Arbeiðsplássið


Í høvuðsheitum býtir føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hugtakið ‘arbeiðspláss’ í tríggjar partar.

  1. Føst arbeiðpláss - har ein arbeiðsgevari hevur eitt fast virkisøki, har starvsfólkini møta til arbeiðis – hetta er lýst í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.
  2. Skiftandi arbeiðspláss – har starvsfólk hjá einum arbeiðsgevara møta til arbeiðis at skiftandi støðum – hetta er lyst í kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum.
  3. Byggipláss – har talan er um arbeiðspláss har bygd verða bygningar ella mannaverk – hetta er lýst í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum..  

Óansæð hvat slag av arbeiðsplássi talan er um, er yvirskipaða reglan altíð, at arbeiðsplássið skal innrættast í fulltryggan hátt við atliti at trygd og heilsu út frá eini meting av umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kunnu hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna.

Á teiginum til vinstru kanst tú lesa meir um hvørt arbeiðspláss.