Børn og ung undir 18 ár
Ungir arbeiðstakarar hava ongar ella lítlar royndir á arbeiðsmarknaðinum. Teirra vitan og tilvitska um møguligar vandar í arbeiðinum er ofta avmarkað og hetta setur ungu arbeiðstakararnar í eina viðbrekna støðu, hvat viðvíkur trygd og heilsu. Tá ið børn og ung undir 18 ár verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin tí tryggja sær, at arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur hjá tí unga eru hóskandi í mun til aldur, menning, førleikar og heilsustøðu hjá tí, ið verður sett/ur í starv. Hetta er fyri at verja ungu arbeiðstakararnar móti møguligum vandum í arbeiðinum.
Afturat teimum vanligu reglunum í arbeiðsumhvørvislógini eru nakrar serligar ásetingar galdandi fyri arbeiðstakarar, ið eru yngri enn 18 ár.
Børn yngri enn 13 ár
Børn yngri enn 13 ár kunnu ikki verða sett í arbeiði. Hesi kunnu tó fáa samsýning fyri at upptraðka í framførslum og tílíkum av mentanarligum ella listarligum slagi, luttaka í ítróttatiltøkum ella í sambandi við upptøku av filmi ella líknandi.
Fyri børn yngri enn 13 ár skal foreldur/verji geva loyvi í hvørjum einstøkum føri.
Ung, 13 ár og eldri
Ung, ið eru 13 ár ella eldri, kunnu hava lættari arbeiði innan fyri avmarkað sløg av arbeiði og eftir ávísum treytum.
Dømi um hesi eru:
- Sita við kassa í handli, hála fram vørur, seta vørur á hillar og líknandi lætt arbeiði - tó ikki flyta ella hava pening í varðveitslu uttan fyri handilin.
- Lætt arbeiði við skiljing og pakking av vørum í handli ella á goymslu.
- Lætta avgreiðslu, lætta reingerð, rudding og ganga ørindir á gistingarhúsi og líknandi.
- Tænaraarbeiði, borðreiðing og rudda av á matstovum, kaffihúsum og líknandi.
- Avrudding og uppvask á matstovum, kaffihúsum og líknandi, treytað av at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av uppvaskimaskinu og at unga starvsfólkið ikki handfer ídnaðarvaskievni, ið er sera etjandi.
- Lætta matgerð, treytað av at frituran er tryggjað móti at koppa, at gólvið ikki er hált, at góð plássviðurskifti eru, at eldsløkkingarútgerð er við frituruna, og at unga starvsfólkið hevur fingið gjølliga upplæring í nýtslu av m.a. frituru.
- Lætta handliga samanseting, tó ikki sveising.
- Lætt málaraarbeiði, tó ikki sproytmáling.
- Lættari manuelt arbeiði, so sum at pakka posar, brævbjálvar og eskjur.
- Handfaring av reinum klæðum.
- Egning/rekja um.
- Lættari fiskaarbeiði/skilja fisk.
- Útbering av avísum, lýsingum og líknandi.
- Lætt arbeiði innan landbrúk, gartnarí og vakstrarhús.
- Lætt arbeiði at seta bøkur á hillar á bókasøvnum.
- Lætt arbeiði á bóndagarði, tó ikki handfaring av evnum merktum við vandateknum ella organiskum upploysingarevni.
Arbeiðsgevarin eigur altíð at gera eina meting av, hvørt aldur og menningarstøði hjá unga starvsfólkinum hóska til tær arbeiðsuppgávur og ábyrgd, ið starvið inniber.
Arbeiði og skúlagongd
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at arbeiði hjá børnum og ungum skal skipast soleiðis, at ungi arbeiðstakarin hevur møguleika at røkja sína skúlagongd. Mælt verður tí til at arbeiðstakarar hava í huga, at arbeiðstímarnir hjá ungum arbeiðstakarum ikki eru so nógvir í tali, at ungdómurin ikki kann røkja sína skúlagongd.
Upplæring
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at skipa fyri at børn og ung undir 18 ár fáa upplæring, áðrenn tey verða sett at arbeiða.
Áðrenn børn og ung undir 18 ár byrja sítt arbeiði, skulu tey fáa upplæring og og kunning um møguligar vandastøður og hvussu hesar verða fyribyrgdar. Í upplæringini eigur at verða greitt frá og víst, hvussu arbeiðsuppgávurnar verða útinnaðar á tryggan hátt.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðspláss gera sær ein lista yvir tað, ið ungu starvsfólkini skulu læra og duga, áðrenn tey verða sett at arbeiða.
Upplæring eigur at umfata fylgjandi:
- Mannagongdir fyri fyribyrging av óhappum, skaða og øðrum keðiligum hendingum á arbeiðsplássinum.
- Hvussu arbeiðið verður útinnað á tryggan og rættan hátt.
- Kunning um, hvussu farast skal fram, um eitthvørt er á vási.
- Kunning um, hvønn tey ungu skulu venda sær til við spurningum, ivamálum ella um teimum tørvar hjálp.
- Kunning um mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um unga starvsfólkið er fyri keðiligari hending sum t.d. arbeiðsóhappi, illum/ágangandi viðskiftafólki ella øðrum avbjóðingum í arbeiðinum.
Upplæringin eigur at fylgja einum skipaðum leisti, har eitt ella fleiri roynd starvsfólk hava ábyrgdina at læra nýggju starvsfólkini upp.
Váttan um upplæring og kunning
Áðrenn ung undir 18 ár byrja at arbeiða, skal arbeiðsgevarin geva upplæring í arbeiðinum og kunna um møguligar vandastøður og hvussu tær verða fyribyrgdar. Arbeiðsgevarin og tann, sum er yngri enn 18 ár, skulu skrivliga vátta, at upplæring og kunning eru farin fram. Arbeiðsgevarin skal goyma váttanina og vísa hana fram, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið krevur tað. Tak váttanina niður her.
Kunning til foreldur/verja hjá 13 og 14 ára gomlum
Tá ið 13 og 14 ára gomul verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin kunna foreldur/verja um arbeiðið, teir vanlukku- og sjúkuvandar, sum møguliga eru knýttir at arbeiðinum, og um tey tiltøk, sum eru gjørd viðvíkjandi trygd og heilsu.