Sálarligt arbeiðsumhvørvi

Við arbeiðsumhvørvislógini frá 2000 kom hugtakið ‘arbeiðsumhvørvi’ inni í føroysku lógávu.

Hugtakið fevnir ikki bara um tað likamliga, men eisini um tað sálarliga arbeiðsumhvørvi.

Sambært kunngerð um útinnan av arbeiði frá 2002, so fevnir hendan kunngerðin um alt vinnuligt arbeiði, sum verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara. Kunngerðin áleggur arbeiðsgevaranum at arbeiðið skal í øllum lutum skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kann hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna.

 

Hvat er sálarligt arbeiðsumhvørvi?

Sálarligt arbeiðsumhvørvi fevnir um viðurskiftir, umstøður og treytir á arbeiðsplássinum, sum ávirka tína sálarligu ella likamligu heilsu, tína sjálvsfatan ella títt sosiala lív.

Dømir um hesi viðurskifti, umstøður og treytir eru arbeiðstíðir, hvíldartíð, yvirtíð, arbeiðsmongd, arbeiðsferð, tíðartrýst, høg kenslulig krøv, happing, harðskapur og hóttanir, vandin fyri skelkandi tilburðum, ávirkan á egið arbeiði, broytingar, ógreitt arbeiðsbýti, ring leiðsla og illa skipað arbeiði.

 

Eyðkenni uppá ringt sálarligt abeiðsumhvørvi á einum arbeiðsplássi

Á einum arbeiðsplássi, har ið sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er gott, eru hesi tekin ofta at síggja:

  • Samstarvið er verri enn áður.
  • Starvsfelagar hava minni hug at hjálpa hvørjum øðrum.
  • Konfliktir eru millum starvsfólk ella starvsfólk og leiðslu.
  • Starvsfólk savna seg í klikum.
  • Arbeiðsuppgávurnar verða verri ella als ikki avgreiddar.
  • Arbeiðsavrikið sum heild er verri.
  • Hugburðurin á arbeiðsplássinum er neiligur.
  • Huglagið á arbeiðsplássinum er keðiligt.
  • Prátingarlagið millum starvsfólk ella starvsfólk og leiðslu er alspent.
  • Samlaða sjúkrafráveran er økt.
  • Starvsfólk skifta í annað starv. 

 

Persónlig eyðkenni uppá ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi 

Sum starvsfólk kanst tú eisini varnast ymisk tekin um at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er gott.
Dømir um hesi tekin eru:

  • Tú hevur trupult við at læra nýtt tilfar.
  • Tú gert fleiri mistøk.
  • Tú kennir teg útslitna/n, útbrenda/n ella strongda/n.
  • Tú hevur pínu í høvdi ella kroppi.
  • Tú hevur vøddaspenningar.
  • Tú hevur magaórógv.
  • Tú hevur svøvntrupulleikar.
  • Tú er meiri erkvisin ella nærtakin enn vanligt.
  • Tú er illa hýrd/ur ella friðarligari enn vanligt.
  • Tú hevur skiftandi sinnalag.
  • Tú hevur mist hugin at arbeiða ella hann er minkaður munandi

 

Góð ráð

Her kanst tú sum starvsfólk ella arbeiðsgevarir lesa um ymsu vandaviðurskiftini, ið hava serligan týdning fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið á tínum arbeiðsplássi. Umframt kunning um vandaviðurskiftini, kanst tú fáa góð ráð um, fyribyrging av ringum sálarligum arbeiðsumhvørvi eins og hvussu ymsir trupulleikar kunnu handfarast.