Umbyggingin av gamla kommunuskúlanum í Tórshavn til lestraríbúðir

Byggipláss

Byggivinnan er ein av teimum vinnum í Føroyum, sum hevur upplivað størsta vøksturin seinnu árini.

Hetta skyldast millum annað, at landið, kommunur og privata vinnulívið gera stórar íløgur í bygging.

Sambært tølum frá Hagstovuni er talið av arbeiðstakarum í byggjuvinnuni í 2016 ájavnt við 2006, tá nógv byggivirksemi eisini var.

400 % fleiri byggipláss vóru tilmeldaði í 2015 enn í 2013. Eftir tølunum higartil í 2016 væntar Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at 570% fleiri tilmeldingar verða í 2016 enn í 2013.

Fráboðan av byggiplássi

Byggipláss skulu fráboðast Arbeiðseftirlitinum, áðrenn arbeiðið byrjar, um:

  • arbeiðið verður ætlað til at taka meira enn 30 arbeiðsdagar, og at í minsta lagi 20 arbeiðsfólk starvast samstundis, ella
  • tann ætlaða arbeiðsmongd er meira enn 500 manndagar.

Fráboðanin skal gerast av byggiharranum ella tí persóni, hann hevur latið hetta upp í hendi.

Fráboðanin skal gerast á oyðublað frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Avrit av fráboðanini og móttøkuváttanini skal setast upp á einum sjónligum staði á
byggiplássinum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið nýtur ta innsendu fráboðanina til at leggja eftirlitsvitjarnar og annað til rættis.

Lóggáva

Sum útgangsstøði er eitt byggipláss eitt arbeiðspláss sum øll onnur, og er tískil fevnd av somu reglum. Fyri at lætta um, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið tó vísa á niðanfyri standand reglur, sum eru serliga viðkomandi fyri byggivinnuna:

Sí eisini viðkomandi vegleiðingar

Fyriskipan av trygd

Sambært kapittul 2 í kunngerð um innrætting av byggiplássum og líknandi arbeiðsplássum, skal tann projekterandi altíð taka neyðug atlit til trygd og heilsu í projektinum.  

Áðrenn eitt byggipláss verður sett á stovn, er tað skyldan hjá byggiharranum at tryggja, at ein ætlan fyri trygd og heilsu fyriliggur tá:

  • Tveir ella fleiri arbeiðsgevarar ætlandi skulu stavast á byggiplássinum samstundis við meira 10 fólkum samanlagt.
  • Um byggiplássið er fevnt av kravinum um at blíva fráboða til Arbeiðseftirlitið.
  • Byggivirksemi hevur við sær serligan vanda, sambært fylgiskjali 1 til nevndu kunngerð. Sí fylgiskjal 1
  • Byggiharrin ella ein persónur, sum byggiharrin hevur lagt hesa uppgávu til, hevur skyldu til at tryggja at ætlanin altíð er tøk hjá starvsfólkunum á byggiplássinum, at hon regluliga verður dagførd og tillagað og at hon aktivt verður nýtt til trygdararbeiðið.

Ætlanin skal m.a. fevna um eina yvirlitstekning av byggiplássinum við frágreiðingum um m.a. hvussu ymisku arbeiðsgevararnir á byggiplássinum kunnu fremja sínar uppgávur trygt.  Ætlanin skal innihalda tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna tryggja, at arbeiðið kann fyriskipast trygt og trygdarfyriskipanirnar kunnu samskipast soleiðis, at øll á plássinum hava tryggar umstøður alt byggitíðarskeiðið.

Ætlanin skal m.a. taka atlit til:

  • At installatiónir í jørðini, sum eru innanfyri økið hjá byggiplássinum, verða eyðmerktar, eftirhugdar og, í tann mun tað verður mett neyðugt, verða týðiliga frámerktar áðrenn arbeiði byrjar.
  • At møguligir serligir vandar á plássinum, t.d. niðurgrivin eiturevni ella onnur vandamikil evni ella tilfar, verða eyðmerktir og, í tann mun tað verður mett neyðugt, verða týðiliga frámerktir áðrenn arbeiði byrjar.
  • At neyðugar tekniskar innleggingar, t.d. el, vatn og kloakk, verða gjørdar tøkar rættstundis og í neyðugan mun verða eftirhugdar og hildnar viðlíka.
  • At øll ferðsla á byggiplássinum til einhvørja tíð kann fara fram undir fulltryggum umstøðum, m.a. við at neyðugt ljós er á ferðsluvegunum.
  • At skikkaði teknisk hjálpartól kunnu nýtast tá tað er neyðugt.
  • At flutningur av tilfari og hjálpartólum kann fara fram eftir skikkaðum flutningsmannagongdum og á fulltryggan hátt.
  • At tilfar kann setast á skikkaði pláss og á støðugt lendi.
  • At burturkast lætt og trygt kann savnast og beinast burtur.
  • At økir, har ein arbeiðstilgongd skal fara fram, sum hevur við sær serligar vandar, í mest møguligan mun ikki verður nýtt sum arbeiðs-, ferðslu- ella uppihaldsøki hjá øðrum.
  • At mannagongdir eru gjørdar fyri regluligt eftirlit við installatiónum, trygdarfyriskipanum og møguligum serligum vandum.
  • At, um tað er neyðugt, verður gjørd ein samskipan av tilbúgving-, rýmingar- og venjingarætlan.

 

Harumframt skal tað greitt ganga fram av ætlanini:

  • Hvørjar tíðir vandamikið arbeiði fer fram.
  • Nær hvør av arbeiðsgevarunum hevur arbeiðsuppgávur á byggiplássinum, og hvussu nógv tíð er sett av til hetta.
  • Hvar hvør arbeiðsgevari kann hava tilfar, teknisk hjálpartól, skúrar og líknandi, goyma burturkast og seta til el, vatn og kloakk v.m. og nýta flutnings- og atkomuvegir, byggipallar og aðrar felagsfyriskipanir.  
  • Um so er, at byggiarbeiðið tekur meira enn 2 mánaðir, skal tað framganga av ætlanini, at vælferðafyriskipanirnar, sum verða settar á stovn, eru felags fyri øll á byggiplássinum.
  • Hvør skal fáa til vega, halda við líka og burturbeina fyriskipanirnar á felagsøkjunum, umframt at skipa fyri at tað er ordiligt, ruddiligt, rudda fyri kava, grús er lagt á og at burturkast verður beint burtur.
  • Hvør hevur ábyrgdina av at samskipa regluligt eftirlit og samskipan av ætlanunum viðvíkjandi tilbúgving, rýming og venjing.        

Annað

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at nýggjasta útgávan av bókini:

Håndbogen - Arbejdsmiljø i bygge og anlæg” er tøk á byggiplássinum.

Bókin verður útgivin av “Branchearbejdsmiljørådet for Bygge & Anlæg”, og kann bíleggjast umvegis Erhvervsskolernes Forlag, á tlf. +45 63 15 17 00, ella umvegis www.ef.dk

Sí talgilda útgávu