Trýstberandi skipanir

'Trýstberandi skipanir' er eitt felagsheiti fyri trýstíløt, køliskipanir, dampketlar, rørskipanir og aðra líknandi útgerð, ið er trýstberandi.

Ávís krøv og skyldur áliggja teimum sum eiga og reka útgerð av hesum slagi – hetta fevnir um t.d. at fráboða ymisk viðurskiftir til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at hava neyðug og dagførd skjøl(t.d. eftirlitsbók) fyri viðkomandi útgerð, at lata ávikavist Arbeiðs- og brunaeftirlitið og løggildar veitarar gera kravd eftirlit við viðkomandi skipanum.

5 ymiskar kunngerðir áseta relgurnar fyri nýtslu v.m. fyri viðkomandi útgerð:

  1. Kunngerð um frysti- og kuldaútgerð
  2. Kunngerð um trýstíløt og rørskipan undir trýsti
  3. Kunngerð um dampketlar á landi
  4. Kunngerð um røkt av dampketlum
  5. Kunngerð um trýstíløt sum verða flutt við innihaldi

Fyrst í 2017 verða økini 1-4 ætlandi savnað í eina dagførda kunngerð um “innrætting og nýtslu av trýstberandi útgerð”.

Vísandi til, at lóggávan í stóran mun er gomul, viðurkennir Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at ivamál um tulking kunnu koma fyri. Í slíkum førum heitir Arbeiðs- og brunaeftirlitið á eigara og brúkara av møguligum skipanum um at seta seg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið.