Elevatorar

Elevatorar eru innbygd tøknilig hjálpartól, sum eru ætlað til at flyta fólk og/ella góðs millum hæddir í bygningum.

Harumframt eru fleiri sløg av lyftitólum, sum eru ætlað til at hjálpa við flutningi av fólki við rørslutarni.

Serstøk kunngerð er galdandi fyri innrætting og nýtslu av elevatorum, sí kunngerð um lyftur v.m. (elevatorar).

Nýggir elevatorar til flutning av fólki og/ella góðsi, sum verða settir upp, skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, soleiðis at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera uppsetingareftirlit. Fylgir innrættingin av elevatorinum teimum galdandi reglunum, verður hann góðkendur til rakstur í 2 ár. Sí fráboðanarskjal.

Eftirlit

2. hvørt ár ger Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlit við góðkendum elevatorum fyri at tryggja, at teir verða hildnir í lógarkravdum standi og regluliga verða skoðaðir av einum løggildum virki.

Um elevatorurin framvegis er í tí kravda standinum, verður góðkenningn longd í 2 ár afturat.

 

Yvirlit yvir løggild virki