Lyftiútgerð og spøl

Lyftiútgerð og spøl skulu við atliti til konstruktión, tilgerð, útgerð, trygdarútgerð og støðufesti verða innrættað soleiðis, at tey í teimum umstøðunum, har sum tey eftir ætlan skulu verða nýtt, verða sett upp, nýtt, viðlíkahildin og umvæld á ein trygdar- og heilsuliga fult forsvarligan hátt.

Merking

Øll lyftiútgerð og spøl skulu, tá ið tey verða latin til nýtslu ella framsýning her í landinum, verða haldgott og týðiliga merkt við í minsta lagi hesum upplýsingum:

  • navni og bústaði hjá framleiðaranum
  • framleiðsluári
  • raðnummari og sniðmerki
  • størstu loyvdu arbeiðslast (SWL) 
  • møguligum lastbólkum

Beriútgerð, sum er partur av eini lyftiútgerð ella spæli, skal merkjast. Har hetta ikki er møguligt, skal útvegarin lata skjal ella talvur við, sum innihalda neyðuga váttan og upplýsingar.

Tá lyftiútgerð og spøl verða útflýggjað, skal nýtsluleiðbeining fylgja við, sum er neyðug fyri, at hesi kunnu verða nýtt, flutt og sett upp uttan ampa fyri trygd og heilsu og kunnu verða hildin í forsvarligum standi.

Uppseting og lastroynd

Uppseting og niðurtøka av lyftiútgerð og spølum má bert gerast av einum væl skikkaðum persóni. Uppseting og niðurtøka skal gerast forsvarliga og sambært leiðbeining frá útvegaranum.

Fráboðan og eftirlitsbók

Nýggj lyftiútgerð og spøl mugu ikki takast í nýtslu, fyrr enn tey eru fráboðað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Tann, ið stendur fyri uppsetingini av lyftiútgerðini ella spælinum, hevur skyldu at boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá. Við eigaraskifti liggur hendan skyldan tó hjá nýggja eigaranum.

Fráboðanin skal gerast á eitt serligt fráboðanarskjal, ið fæst frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Fráboðanin skal sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Nýtsla

Eigarar og brúkarar av lyftiútgerð og spølum skulu tryggja sær, at hesi verða brúkt á ein forsvarligan hátt við atliti til trygd og heilsu í samsvari við nýtsluleiðbeiningina frá útvegaranum og við umhugsni til tær galdandi umstøðurnar.

Lyftiútgerð og spøl mugu bert nýtast til persónlyfting, um so er, at hesi eru innrættað til endamálið.

Lyftiútgerð og spøl, har kranaføraraprógv verður kravt, mugu bert verða ansað av einum persóni við slíkum prógvi sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.

Viðlíkahald og kanning

Lyftiútgerð og spøl skulu verða hildin í einum slíkum standi, at tey við atliti til trygd og heilsu eru fult forsvarlig. Kanning og viðlíkahald skulu gerast eftir leiðbeiningi frá útvegaranum. Í minsta lagi hvønn 12. mánað skal ein høvuðskanning verða gjørd av útvegaranum ella øðrum serkønum fólki.

Lyftiútgerð, sum verður brúkt uttandura, skal, tá hendan er 10 ára gomul roknað frá framleiðsluárinum, gjøgnum eina høvuðskanning av serligum serkønum fólki sbrt. § 24 (10 ára kanning). Hendan kanningin kemur ístaðin fyri 12 mánaðar kanningina sama ár.

 Yvirlit yvir løggild virki: