Dampketlar

Sambært kunngerð nr. 79 frá 17. August 1999 um dampketlar v.m., er fylgjandi galdandi fyri dampketlar.

 

Áðrenn skipanin er tikin í nýtslu 

Konstruktiónsgóðkenning 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kannar ætlaðu dampketiluppsetingina, sambært innsendum tekningum. Her verður øll dokumentatión uppá komponentar, armatur, rørkvalitetir, sveisicertifikatir o.s.fr. eftirhugd.

 

Uppstillingareftirlit.

Her kannar Arbeiðs- og brunaeftirlitið um alt er í trá við konstruktiónsgóðkenningina, eisini verða sveisingar visuelt kannaðar. Umframt hetta verður eisini kanna, um uppsetingin annars er í trá við krøvini til uppsetingarstaðið.

Tá hetta er gjørt, og ongin avgerandi atlit tala ímóti, verður loyvi givið til at taka skipanina í nýtslu.

 

Eftirlit aftaná at skipanin er tikin í nýtslu. 

Ófráboðað eftirlit hvørt ár. 

Aftaná at skipanin er tikin í nýtslu ger Arbeiðs- og brunaeftirlitið hvørt ár ófráboðað eftirlit . Til hetta eftirlitið ger Arbeiðseftirlitið sær eina løtumynd av rakstrinum og viðlíkahaldsstøðuni hjá dampketlinum. 

 

Regluligt eftirlit 3. hvørt ár.

Ketilin verður tikin sundur og alt armatur tikið av. Arbeiðs- og brunaeftirlitið synar ketilin innan og uttan við serligum atliti til tering og rivur.

 

Regluligt eftirlit og trýstroynd 6. hvørt ár.

Sama eftirliti sum 3 hvørt ár, men harafturat verður trýstroynd (1,3x instillingartrýst) gjørd.

 

Í sambandi við regluligt eftirlit skal eigarin av útbúnaðinum boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá í góðari tíð áðrenn eftirlit skal gerast. Fráboðan kann sendast á arb@arb.fo