Frysti-/køliskipanir
Hvat er ein frysti-/køliskipan?
Ein frysti-/køliskipan er trýstberandi útbúnaður, ið við hjálp av einum kølievni hevur til endamáls at køla niður t.d. í samband við framleiðslu ella goymslu. Vanligastu kølievnini eru ammoniakk ella CO2.
Vanliga er frysti-/køliskipanin ein heild, ið er sett saman av fleiri ymiskum trýstberandi staklutum – rørskipan, trýstíløt, kompressarar v.m.
Sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði eru serlig krøv galdandi fyri frysti-/køliskipanir við meira enn 2,5 kg av kølievni.
Uppsetingareftirlit
Áðrenn ein frysti-/køliskipan ella tilhoyrandi rørskipan verður tikin í nýtslu, annaðhvørt sum nýggj, munandi umbygd ella aftaná eina flyting, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera eitt uppsetingareftirlit.
Endamálið við uppsetingareftirlitinum er at kanna, um trýstberandi útbúnaðurin er settur upp sambært galdandi lóggávu - og tískil er tryggur at taka í nýtslu.
Tá ið hetta er gjørt, og ongin avgerandi atlit tala ímóti, verður loyvi givið til at taka skipanina í nýtslu.