Happing á arbeiðsplássinum

Hvat er happing?

Happing er tá ið ein ella fleiri persónar regluliga og yvir eitt longri tíðarskeið ella endurtakandi og á grovan hátt útseta ein ella fleiri aðrar persónar fyri ágang, sum viðkomandi upplivir sum særandi ella eyðmýkjandi. Munur er á happing og arging. Arging er tá ið báðir partar uppfata argingina sum góðsinnaða.

Happarin kann vera ein starvsfelagi og/ella leiðari. Hóast happing millum starvsfelagar kemur oftast fyri, so kennist happing frá einum leiðara ofta meiri tyngjandi. Hetta kann standast av tí valdi, ið tá liggur aftanfyri ágangin, og at tað tá ikki er gjørligt at fáa stuðul og hjálp frá leiðaranum.

Ein leiðari kann tó eisini verða happað/ur av starvsfólki.

 

Happing á arbeiðsplássum umfatar ofta:

  • Afturhaldan av neyðugari upplýsing.
  • Særandi viðmerkingar.
  • Ósaklig frátøka av ábyrgd ella minni ábyrgd og færri arbeiðsuppgávur.
  • Baktalan ella útihýsan frá sosiala og fakliga felagsskapinum.
  • Álop á offur ella kritikkur av privatlívi.
  • At verða skeldað/ur ella hildin til láturs.
  • Likamligur ágangur ella hóttanir.
  • Fíggindaskapur ella tøgn sum svar uppá spurningar ella við roynd at samtala.
  • Undirmeting av arbeiði, arbeiðsavriki ella førleikum.
  • Ágangandi/eyðmýkjandi telefonsamrøður ella skriftlig boð.
  • Ódámlig arging.
  • Undirmeting ella myndugleikatøka t.d. vegna aldur ella kyn.
  • At verða nýtt/ur av øðrum, t.d. til at ganga ørindi.