Harðskapur, hóttanir og skelkandi tilburðir

Harðskapur og hóttanir eru ein álvarsligur arbeiðsumhvørvistrupulleiki.

Er starvsfólk úti fyri harðskapi ella hóttanum, kann hetta hava álvarsamar sálarligar, likamligar og sosialar eftirfylgjur fyri starvsfólkið. Í nógvum førum ávirka harðskapur og hóttanir eisini arbeiðsførið hjá tí rakta.

Harðskapur og hóttanir kunnu somuleiðis hava keðiliga ávirkan á trivnaðin á arbeiðsplássinum. Ein av avleiðingunum kann verða, at starvsfólk siga starvið frá sær ella broyta hugburð til arbeiðið, arbeiðshugurin kann versna munandi, minni kann koma burturúr, starvsfólkini kunnu gerast minni nøgd við arbeiðið, og kunnu stúra fyri umaftur at verða fyri harðskapi ella hóttanum.

 

Hvat er harðskapur?

Harðskapur kann vera likamligur og/ella sálarligur. Likamligur harðskapur er t.d. at verða sligin, skumpaður sparkaður, kvaldur, bitin, ella stungin við knívi ella øðrum luti.

Sálarligur harðskapur umfatar t.d. hóttanir, eyðmýking, mannminkan, vanvirðing, illgiting, mismun, háðan og spott.

 

Hvat er ein hóttan?

Ein hóttan er, tá ið tað við orðum ella kropsmáli verður víst á eina ætlan ella ynski um at gera einum øðrum skaða. Hóttanir kunnu eisini fara fram umvegis myndir, filmsbrot, teldupost, sms-boð ella aðrar miðlar.

Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat harðskapur og hóttanir eru, eiga leiðsla og starvsfólk í samstarvi at finna fram til eina felags fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir innibera á arbeiðsplássinum. Øll starvsfólk eiga at verða kunnað um hetta.

Við eini greiðari fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir eru, er lættari at skráseta tilburðir, og útfrá hesum seta í verk skipað fyribyrgingarátøk og mannagongdir fyri handfaran av harðskapi og hóttanum.

 
Skelkandi tilburðir

Skelkandi tilburðir umfata tilburðir, har ið starvsfólkið verður sett andlit til andlits við ógvisligar ella sálarliga tyngjandi tilburðir sum t.d. óhapp, deyðsvanlukku ella álvarsligan løst, ólekjandi sjúku, sjálvmorð ella sjálvmorðsroynd.

 

Eftirfylgjur av harðskapi, hóttanum og skelkandi tilburðum

Harðskapur, hóttanir og skelkandi tilburðir kunnu hava við sær strongdarreaktiónir, sum kunnu ávirka starvsfólkið í langa tíð og á tann hátt minka um lívsgóðskuna hjá starvsfólkinum. Strongdarreaktiónirnar kunnu ávirka kenslulív, hugsanarhátt, uppmerksemi, hugsavning og atferð hjá starvsfelaganum. Samstundis kunnu reaktiónirnar hava við sær fleiri likamligar reaktiónir.

Ymiskt er, hvussu fólk reagera. Summi reagera alt fyri eitt, bæði sálarliga og likamliga, meðan onnur reagera, tá ið ein tíð er fráliðin. Ymiskt er eisini, hvørjar reaktiónir vísa seg hjá hvørjum. Allar nevndar reaktiónir eru tí bert dømir um reaktiónir, ið oftast koma fyri eftir harðskap, hóttanir ella annan skelkandi tilburð.  

Tvey fólk, ið hava verið úti fyri somu hending, kunnu hava heilt ymiskar reaktiónir. Tó er umráðandi at vita, hvørjar reaktiónirnar kunnu verða, soleiðis at tú sum arbeiðsgevari kanst gerast varug/ur við møguligar reaktiónir.

 

Kensluligar reaktiónir
Kensluligu reaktiónirnar eru ofta skuldarkensla, ótti í eini støðu, ið líkist tilburðinum, afturvendandi endurupplivingar av tilburðinum, marra, hugtyngd, máttloysi, grátur, kenslulig burturtøka, erkvisni/viðbrekni (irritabilitet), og vreiðisherðindi.

 
Hugsanar- og uppmerksemis reaktiónir
Hugsanar-og uppmerksemisligu reaktiónirnar eru ofta verri hugsavning og uppmerksemi, veikari minni, verri evnir at meta um frástøðu, verri evni at meta um tíð, og ein kensla av óveruleika.

 

Likamligar reaktiónir
Likamligu reaktiónirnar kunnu vera at vera illa fyri, hava magaórógv, vilja spýggja, vera risthentur, hava trupult við at samskipa sína rørslur, hava lyndi til at sveitta, hava kuldakenslu, hjartabankan, vera svimbul, svíma, hava svøvntrupuleikar og merkja meiri møði enn vanligt.

Reaktiónirnar kunnu eisini vísa seg sum viknað fakligt sjálvsálit og verri evni at loysa ósemjur.

Starvsfólkið kann óttast at fara inn í støður, ið minna um skelkandi tilburðin.

Reaktiónirnar vikna ofta eftir eina til tvær vikur. Summi starvsfólk kunnu tó enduruppliva reaktiónina í støðum, ið minna um tilburðin.

Reaktiónin kann blíva kronisk. Tá kann talan vera um eina posttraumatiska belastningsreaktión.

  

Hví koma harðskapur og hóttanir mótvegis starvsfólki fyri?

Harðskapur stendst ofta av kenslum sum ótta, ørkymlan og frustratión, máttloysiskenslu, vantandi nøktan av grundleggjandi tørvi ella av vánaligum og/ella óempatiskum samskifti. Aðrar orsøkir til harðskap kunnu vera hevnd, rúsur/abstinensir og vantandi marknaseting og áhugamálsstríð.

 

Tær størstu vandastøðurnar fyri starvsfólk eru:

Arbeiði við einum triðjaparti so sum brúkarum, klientum, sjúklingum, fangum, avvarðandi, kundum og næmingum.

  • Kvøld-og náttararbeiði.
  • Einaarbeiði.
  • Arbeiði við virðislutum og peningi.
  • Nýggj starvsfólk eru í størri vanda fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum enn roynd starvsfólk.

 

Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið eru við til at elva til harðskap og hóttanir

Tann máti, sum arbeiðið er fyriskipað og lagt til rættis, hevur ávirkan á, hvussu stórur vandin fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum móti starvsfólkum er.

 

Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið eru við til at elva til harðskap og hóttanir eru:

  • Tíðarpress, høg arbeiðsferð og yvirtíð.
  • Krav um at taka skjótar og truplar avgerðir.
  • At arbeiðið krevur førleikar og kunnleika, sum starvsfólkið ikki hevur.
  • Rollukonfliktir, ið standast av at arbeiðsuppgávur verða latnar starvsfólki, ið ikki hava ressursirnar til at júst ta uppgávu, ella at arbeiðið verður avrikað á øðrvísi hátt enn onnur starvsfólk halda at tað átti at verið avrikað.
  • Arbeiði, har ið tað er ringt at siga nakað um framtíðina, soleiðis at óvissa, ótti og ótryggleiki eru á arbeiðsplássinum. 

Arbeiðs- og tíðartrýst kann hava við sær, at fyriskipað tiltøk í mun til harðskap og hóttanir ikki verða framd.

Skrivligar rutinur, nóg stór manning/normering, meðvirkni og upplæring hava víst seg at hava týdning fyri fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

Stórur samanhangur er millum harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum og psykososiala arbeiðsumhvørvið. Hesin samanhangur gongur báðar vegir, soleiðis at harðskapur hevur eina neiliga ávirkan á virksemið á arbeiðsplássinum, heilsuna og trivnað hjá tí einstaka starvsfólkinum, meðan veikleikar ella manglar í psykososiala arbeiðsumhvørvinum kunnu føra til fleiri tilburðir av harðskapi og hóttanum.

Trivnaður og strongd millum starvsfólkini hava stóran týdning í gerandisliga samskiftinum við borgararnar. Mistrivnaður og nógv strongd kann minka um innlivingareginleikar og empati í samskiftinum millum starvsfólk og borgarar, og kann hetta økja um vandan fyri harðskapi og hóttanum.

Harðskapur og hóttanir eru ikki trupulleikin hjá einstaka starvsfólkinum, men ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki. Umráðandi er at skapa eina mentan á arbeiðsplássinum, har ið fyribyrging verður raðfest.