Kynsligar ónáðir (sexchikana)

Kynsligar ónáðir eru eitt serligt slag av happing, har ágangandi atgerðirnar í stóran mun eru av kynsligum slag. Hetta slagið av happing umfatar allar óynsktar atgerðir av kynsligum slag ella aðrari kynsbundnari atferð, sum særir og ger seg inn á virðingina av konu- ella mannfólki á arbeiðsplássinum.

Tað kann vera torført at seta eitt mark fyri, hvørjar atgerðir kunnu verða góðtiknar, og hvørjar koma undir kynsligar ónáðir. Arbeiðspláss hava ymiskar mentanir, og mentanin ger ofta av, hvat ið verður góðtikið, og hvat ið ikki verður. Tó er meginreglan tann, at ein kynslig atgerð er kynsligur ágangur, um atgerðin er óynskt av tí persóninum, ið hon verður framd móti.

 

Dømir um ágangandi atgerðir av kynsligum slag eru:

  • Óynskt at verða nortin við, t.d. mussað/ur, nomin á bróst ella gin, at verða klappað/ur á afturpartin og nomin við á lendar ella rygg.
  • Óynsktar munnlig eggjan til kynsligt samband, fúlar skemtisøgur, kynsliga merktur telefonyvirgangur, óviðkomandi fyrispurningar um kynslig evnir o.l.
  • Aðrar atgerðir, sum t.d. framsýning av pornografiskum myndum ella filmum.

 

Hvat kanst tú gera, um tú upplivir at onkur annar er úti fyri kynsligum ónáðum?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá atgerðunum.
  • Boða frá til leiðslu ella annað umboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálv/ur ikki gert partur av atgerðunum.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið hevur verið úti fyri kynsligum ónáðum. 
  • Hvat kann eg gera, um eg havi verið úti fyri kynsligum ónáðum?
  • Skriva niður um tað, ið er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram og hvussu tú sjálv/ur upplivdi støðuna. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna uttanífrá, samstundis sum tað kann vísa møguligt mynstur í hendingagongdini.
  • Set teg í samband við trygdarumboð/álitisfólk ella leiðara og greið frá støðuni.
  • Ger tær tankar um, hvussu tú heldur at trupulleikin kann loysast.
  • Tosa um trupulleikarnar við ein, tú hevur álit á.

 

Boða frá

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða kynsligar ónáðir. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt, við jøvnum millumbili, hvørji hesi fólk eru.

Fráboðanir um kynsligar ónáðir skulu takast í álvara. Tá ið kynsligu atgerðirnar umfata ein leiðara, kann verða neyðugt at fáa fólk útifrá at hjálpa at loysa trupulleikan.