Serligt til starvsfólk

Hvat kanst tú gera, um tú upplivir at onkur verður happaður?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá allari happing.
  • Boða frá til leiðslu ella annað umboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálv/ur ikki gert partur av happingini við at baktala, sleyga, ella halda happaða fyri gjøldur.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið verður happaður.

 

Hvat kann eg gera, um eg verði happað/ur?

  • Skriva niður um tað, ið er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram og hvussu tú sjálv/ur upplivdi støðuna. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna uttanífrá, samstundis sum tað kann vísa møguligt mynstur í hendingagongdini.
  • Set teg í samband við trygdarumboð/álitisfólk ella leiðara og greið frá støðuni.
  • Ger tær tankar um, hvussu tú heldur at trupulleikin kann loysast.
  • Tosa um trupulleikarnar við ein, tú hevur álit á.

 

Boða frá happing

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða happing. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt, við jøvnum millumbili, hvørji hesi fólk eru.