Serligt til leiðslu

Fyribyrging av happing

Arbeiðsgevari og leiðsla hava ein avgerandi leiklut í fyribyrging av happing á arbeiðsplássinum. Hóast happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum, er hetta eingin trygd fyri, at happing ikki kann koma fyri í framtíðini. Happing kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann, ið verður happað/ur. Arbeiðshugurin minkar og minni kemur burturúr arbeiðinum. Happing kann eisini elva til óarbeiðsføri ella sjúkrafráveru. Tí loysir tað seg at arbeiða fyribyrgjandi.

 

Arbeiðsgevari ella leiðsla kunnu m.a. seta hesi átøk í verk til tess at fyribyrgja happing:

  • Seta týðilig mørk fyri, hvør atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum.
  • Áseta eina týðiliga null-toleransu fyri happing.
  • Skipa fyri fyrilestri um happing.
  • Arbeiða miðvíst við heilsu-, umhvørvi- og trygd.
  • Gera ein happingarpolitikk.
  • Síggja til, at eitt forum er, har ið arbeiðsumhvørvi kann umrøðast.
  • Steðga neiligari umtalu av starvsfólki og leiðarum, tosa um trupulleikan beinleiðis við tann persón, tað snýr seg um.
  • Halda kjak og orðaskifti á fakligum støði, ikki góðtaka persónlig álop ella spottan.
  • Síggja til at fastar mannagongdir eru fyri uppfylging av sjúkrameldaðum starvsfólki.
  • Førleikamenning av leiðarum, soleiðis at leiðarar eru betri førir fyri at handfara truplar støður og samrøður.
  • Skapa fastar mannagongdir, sum tryggja at kunning kemur út til øll.
  • Skapa fastar mannagongdir fyri, hvussu ósemjur skulu handfarast.
  • Læra leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk ósemjuhandfaring.
  • Hava virðing fyri tagnarskyldu viðvíkjandi persónlig viðurskifti.

 

Fráboðan um happing

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða happing. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt, við jøvnum millumbili, hvørji hesi fólk eru.

Fráboðanir um happing skulu taka við álvara. Neyðugt kann verða at fáa fólk útifrá, tá ið happingin umfatar ein leiðara.