Gaffiltrukkar

Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar eru teknisk hjálpartól sum hava mekaniska byrðalyfting øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa) og hava mekaniska koyring.

Gaffiltrukkar eru fevndir av vanligu reglunum um teknsik hjálpartól í kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at: 

  • Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni av gaffiltrukki, altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli. Danskt, norskt og svenskt mál kann loyvast, ið greiðir frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi av gaffiltrukkinum.
  • Trukkurin skal viðlíkahaldast 12. hvønn mánað av einum løggildum serkønum, soleiðis at hann altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu fylgjast.

Innandurakoyring við trukkum, ið nýta brennievnismotorar, er ikki loyvd sambært kunngerð nr. 76 frá 11. august 1999 um koyring innandura við trukki.

Eldrivnir trukkar krevja ikki eyka ventilatión í rúmum har teir arbeiða, men løðing av ravløðunum (akkumulatorunum) má bert gerast í rúmum við munadyggari ventilatión

Gaffiltrukkar mugu bert verða førdir av persónum við loyvisbrævi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sambært kunngerð nr. 91 frá 20. juni 2011 um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól.

 

Yvirlit yvir løggild virkir: