Persónlyftarar

Persónlyftarar við arbeiðspalli verða brúktir til at lyfta persónar og tilfar í eina hóskandi arbeiðshædd, fyri at útinna tíðaravmarkað arbeiði, so sum viðlíkahald og umvæling. Persónlyftarirnir eru sum oftast festir beinleiðis á motordrivið akfar ella á flytbaran undirvogn.

Persónlyftarar eru fevndir av vanligum reglum um teknsik hjálpartól í kunngerð um innrætting av tekniskum hjálpartólum og kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at: 

  • Útgerðin skal hava CE merking, og lúka krøvini til at blíva seld á evropeiska marknaðinum.
  • Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli (danskt, norskt og svenskt mál kann loyvast), ið greiðir frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi. 
  • Flytbarur persónlyftari má ikki takast í nýtslu sum nýggjur, fyrr enn hann er fráboðaður Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Nýggj fráboðan skal gerast áðrenn nýtslu í sambandi við eigaraskifti ella umbygging og umvæling av týdningi.
  • Persónslyftari skal viðlíkahaldast av einum av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum løggildum serkønum 12. hvønn mánað, soleiðis at hann altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu fylgjast.

Loyvisbræv krevst ikki fyri at nýta persónslyftara. Ung undir 17 ár mugu tó ikki sjálvstøðugt nýta persónslyftara. 

Er talan um ein persónslyftara ið eisini kann nýtast sum t.d. trukkur ella krani, so kevjast loyvisbrøv til hesi vinnutól, tá persónslyftarin verður nýttur til hesi endamál.   

Yvirlit yvir løggild virkir: