Billyftur

Billyftur verða brúktar til at lyfta bilar og onnur akfør í eina hóskandi arbeiðshædd fyri at útinna eitt tíðaravmarkað arbeiði so sum viðlíkahald og umvæling.

Billyftur eru fevndar av vanligum reglum um tøknilig hjálpartól í kunngerð um nýtslu av tekniskum hjálpartólum. Hetta merkir m.a. at: 

  • Útvegarin skal við sølu, leigu ella láni altíð lata eina skrivliga nýtsluleiðbeining á føroyskum máli (eisini er loyvt at nýta danskt, norskt og svenskt mál), ið greiðir frá handfaring, nýtslu og viðlíkahaldi. 
  • Nýggjar billyftur mugu ikki verða tiknar í nýtslu, fyrr enn tær eru fráboðaðar Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Nýggj fráboðan skal verða gjørd áðrenn nýtslu í sambandi við eigaraskifti ella umbygging og umvæling av týdningi.
  • Ein billyfta skal verða hildin við líka av einum løggildum serkønum fólki, soleiðis at hon altíð er í góðum og forsvarligum standi. Leiðbeiningarnar frá útvegaranum og galdandi reglur frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um kanning og viðlíkahald skulu verða fylgdar.

 

Yvirlit yvir løggild virki: