Arbeiðstíð

Arbeiðstíð er tann tíðin, ið arbeiðstakarin er arbeiðsgevaranum til taks. Ávís krøv eru fyri, hvussu arbeiðið verður skipað í mun til arbeiðstíð og hvílutíð.

Arbeiðsumhvørvislógin krevur, at arbeiðið er skipað og lagt til rættis soleiðis, at tað við atliti at trygd og heilsu er fult forsvarligt. Arbeiðsgevarin eigur tí undir øllum umstøðum at gera eina meting av, um arbeiðstíðirnar eru forsvarligar í mun til trygd og heilsu hjá starvsfólkunum. Arbeiða starvsfólk í skiftandi vaktum ella náttarvaktum, eiga serlig atlit at verða tikin at hesum.

Týdningurin av at halda frí og hvíla

Hvíld og frí frá arbeiði hava stóran týdning fyri bæði arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran. Fær arbeiðstakarin ikki ta hvíld, honum tørvar, kann hetta hava neiligar heilsuligar ávirkanir á hann. Trot á hvíld kann eisini leiða til, at fleiri mistøk verða gjørd í arbeiðinum, at minni kemur burturúr arbeiðinum, eins og at trygdin á arbeiðsplássinum kann versna.

Endamálið við hesari vegleiðingini er at greiða frá teimum reglunum, ið arbeiðsumhvørvislógin ásetur um hvílutíð og frísamdøgur.

Gevið gætur, at fyri starvsfólk undir 18 ár eru serligar reglur galdandi. Víst verður á hesar reglur í seinasta brotinum. 

Hvílutíð

Arbeiðið skal verða skipað soleiðis, at starvsfólk fáa eina hvílutíð á í minsta lagi 11 samanhangandi tímar innan hvørt tíðarskeið á 24 tímar. Hvørt tíðarskeið á 24 tímar byrjar, tá ið arbeiðið byrjar.

Møgulig undantøk frá 11 tíma hvílutíðini

Í ávísum førum kunnu undantøk gerast frá 11 tíma hvílutíðini. Hvílutíðin kann tá verða minkað niður í í minsta lagi 8 tímar. Undantøk kunnu gerast við:

  • Arbeiði á fiskavirkjum í háveiðutíðini.
  • Árstíðarbundnum arbeiði í byggi- og verkayrki.
  • Vaktarskifti á virkjum, sum hava vaktarskipan, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um tað.
  • Inn- og uppskiping og við neyðugum arbeiði, sum hartil hoyrir, so sum goymslu og pakkhúsarbeiði.
  • Arbeiði í landbúnaðinum.

Arbeiði sunnu- og halgidagssamdøgur

Starvsfólk mugu ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur, uttan so at halgidagsarbeiðið er til samfelagsins frama ella er neyðugt fyri at varðveita virði.

Halgidagssamdøgur skulu liggja innan fyri tíðarskeiðið frá kl 22:00 kvøldið fyri halguna til kl 08:00 morgunin eftir halguna.

Starvsfólk, ið regluliga arbeiða sunnudag, hava rætt til at halda frí mitt í viku samsvarandi tal av arbeiðstímum, sum arbeitt varð farna sunnudagin.

Onnur undantøk í mun til hvílutíð og frísamdøgur

Um náttúruviðurskifti, vanlukkur, maskinbrek ella tílíkt kemur óvart á og hevur við sær, at ólag kemur í raksturin á arbeiðsplássinum, kunnu undantøk frá hvílutíðini verða givin, til raksturin aftur er fingin í rættlag.

Gevið gætur, at øll undantøk skulu verða skrásett. Arbeiðsgevarin hevur ábyrgdina av skrásetingini.

Fyritreytir fyri at fáa undantøk frá hvílutíðini kunnu eisini gerast, um:

  • arbeiðið ella útinnanin av arbeiðinum er av slíkum slagi, at tað ikki kann útsetast.
  • serligir arbeiðshættir gera frávik rímilig.

 Avtalur um undantøk

Har serligar umstøður gera seg galdandi fyri ávís fakøki ella arbeiðsgreinar, kunnu avtalur um undantak gerast í mun til hvílutíð og frísamdøgur.

Við avtalu millum avvarðandi arbeiðsgevarafelag og avvarðandi løntakarafelag kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið góðkenna undantøk í mun til hvílutíð og frísamdøgur.

Fráboðan um einstøk undantøk

Eitt undantak frá eini einstakari hvílutíð ella einum einstøkum frísamdøgri kann gerast. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal tá hava fráboðan um hetta áðrenn.

Um tað ikki bar til at útvega eitt undantaksloyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum áðrenn, skal undantakið skjótast gjørligt fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum á arb@arb.fo og avrit skal verða sent trygdarumboðnum/álitisfólkinum.

Undantøk fyri persónar í hægri størvum

Um neyðugt kunnu undantøk frá hvílutíðini og frísamdøgrinum gerast fyri:

  1. Persónar í hægri størvum, ið bert ella fyri tað mesta útinna leiðandi arbeiði og ikki skulu fylgja vanligum reglum fyri arbeiðstíðir og ikki arbeiða eftir nakrari fastari skipan.
  2. Persónar í leiðandi størvum, ið vegna serkunnleika ella líknandi viðurskifti hava eitt serligt sjálvstøðugt starv.
  3. Umboðssølufólk, ið arbeiða uttan fyri sítt fasta arbeiðspláss.

Arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu

Fyri arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu, hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um avmarkaða arbeiðstíð.

Børn og ung undir 18 ár

Arbeiðstíðin hjá øllum ungum skal verða skipað soleiðis, at hon hóskar til aldurin, førleikan og menningina hjá tí unga, so at arbeiðið kann verða útint trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

Ung undir 17 ár

Ung undir 17 ár skulu ikki arbeiða meir enn 10 tímar um dagin.

Ung undir 17 ár skulu helst ikki arbeiða millum kl 24:00 og 06:00. Tó kunnu tey í styttri tíðarskeiðum arbeiða um náttina.

Um dagliga arbeiðstíðin fer upp um 4½ tíma, skulu ung undir 17 ár hava ein steðg uppá í minsta lagi 30 minuttir. Steðgurin skal liggja hóskandi í mun til arbeiðstíðina og helst vera samanhangandi.

Hvíldartíð fyri ung undir 17 ár

Ung undir 17 ár skulu hava eina samanhangandi hvíldartíð upp á í minsta lagi 12 tímar í samdøgrinum.

Hvíldartíð fyri ung undir 15 ár

Ung undir 15 ár skulu hava eina samanhangandi frítíð uppá í minsta lagi 14 tímar í samdøgrinum.

Frísamdøgur

Frísamdøgur skulu verða skipað soleiðis, at tey eru hóskandi fyri tey ungu við atliti at aldrinum og tí arbeiðinum, ið tey útinna. Frísamdøgrið skal altíð verða skipað soleiðis, at tey eru heilsu- og trygdarliga fult forsvarlig.

Frísamdøgur fyri ung undir 17 ár

Fyri hvørji 7 samdøgur skulu ung undir 17 ár hava tvey samanhangandi frísamdøgur.

Lærlingar

Um talan er um lærlingar við góðkendum lærusáttmála, kann arbeiðstíðin í einstøkum førum, tá ið arbeiðsumstøðurnar krevja tað, vera í mesta lagi 12 tímar.

Lærlingar við góðkendum lærusáttmála kunnu arbeiða um náttina, um náttararbeiðið er ein liður í læruni.

 

Trýst her fyri at taka vegleiðingina niður um hvílutíð og frísamdøgur.