Góð ráð móti strongd til starvsfólk

  1. Set mørk.  Lær teg at siga nei til uppgávur ella aktivitetir, ið tú kanst sleppa frá.
  2. Sig frá. Upplivir tú, at arbeiðið krevur meir av tær, enn tú kanst geva, so sig tínum leiðara ella arbeiðsgevara frá.
  3. Tosa. Tosa við onnur um tað, ið gevur tær strongd.
  4. Hvíld. Kroppinum tørvar hvíld til tess at koma fyri seg aftur. Minst tí til at halda hvíldarsteðgir, og royn og fá nokk av náttarsvøvni.
  5. Halt frí. Halt frí, tá ið tú hevur frí frá arbeiði. Eisini frí frá arbeiðstelefon og telduposti.
  6. Varnast. Lær teg at varnast ávaringartekinini um strongd og set í verk broytingar. 
  7. Eyðmerk. Eyðmerk hvørjar arbeiðsuppgávur ella viðurskifti elva til strongd hjá tær.
  8. Síggj veruleikan í eyguni. Eingin er fullkomin, so lat vera við at stremba eftir tí fullkomna.
  9. Et heilsugóðan mat. Royn og fylg teimum 10 kostráðunum.  
  10. Rør teg. Ven ella gang t.d. langar túrar úti í náttúruni.
  11. Set tíð av til tín sjálvs. Ger eitthvørt, ið tær dámar.
  12. Leita tær hjálp. Tosa við lækna ella sálarfrøðing, um neyðugt