Eldhættisligt virksemi

Til at seta á stovn virksemi, har ið verða goymd, framleidd, viðgjørd, handfarin ella nýtt spreingikvæmir, eldfimir ella eldførir løgir, ella luftevni ella onnur vandaevni, krevst loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Sama er, tá ið tað snýr seg um umbyggingar, umvælingar, økingar, niðurtøku ella broytingar í rakstrinum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitiðkann krevja, at neyðug tiltøk verða sett í verk til tess at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging, ella til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum.

Bygging av bygningum og pørtum av bygningum, sum eru fevndir av byggilógini, men har at bygningurin verður nýttur til eldhættisligt virksemi, krevur loyvi frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Borgarin, byggiharrin og ráðgevin skulu lata øll vanlig byggimál inn til avvarðandi kommunu at viðgera.

Kommunali byggimyndugleikin viðger øll byggimál sambært byggilógini, meðan Arbeiðs- og brunaeftirlitið bert kemur inn í viðgerðina av byggimálum, tá talan er um at seta serkrøv í sambandi við umsóknir um at stovna ella broyta eldhættisligt virksemi.