Skipan av virksemi

Til tess at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging, ella til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera av, at neyðug tiltøk verða sett í verk í sambandi við nýtslu og skipan av virkseminum í ný- og verandi bygningum og mannaverkum annars,

  1. har serligur trygdarligur vandi kann verða orsakað av eldi, vandamiklum ella dálkandi evnum,
  2. har fólk koma, ella
  3. har stór virði eru hótt av oyðing.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann eisini seta krøv um útvegan av sjálvvirkandi ávaringar- og sløkkiskipanum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera av, at tá tiltøk eru, skal vaktarhald vera, sum kommuna stendur fyri, og sum fyriskiparin skal gjalda fyri eftir taksti, sum kommuna ásetir. Tann, sum hevur vaktarhald, skal hava hóskandi samleikaprógv, og kann vera til staðar uttan rættarúrskurð.