Brunasýning

Arbeiðs- og brunaeftirlitiðskal regluliga sýna eldhættisligt virksemi og kann altíð sýna bygningar og mannaverk annars, har

  1. serligur trygdarligur vandi kann verða orsakað av eldi, vandamiklum ella dálkandi evnum,
  2. har fólk koma, ella
  3. har stór virði eru hótt av oyðing. 

Brunasýn kann verða framt uttan rættarúrskurð. Tann, sum fremur brunasýn, skal vísa hóskandi samleikaprógv.

Vísir sýnið, at viðurskifti eru, sum kunnu elva til serligan vanda við atliti at brunatrygd, kann eftirlitsmaðurin forbjóða virkseminum ella forbjóða, at bygningar ella partar av bygningi, hølum ella mannaverki verða nýtt, til bøtt er um brekið, og sýnið vísir, at hetta er gjørt á fullgóðan hátt.

Hevur brekið minni upp á seg, verður skrivliga álagt at bøta um brekið innan ávísa freist.

Tey settu forboð og krøv skulu skjótast gjørligt skrivliga boðast eigaranum ella teimum, sum beinleiðis varða av nýtsluni.