Gerð og innflutningur av fýrverk

Loyvi til gerð av fýrverk verður givið av Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Loyvi til innflutning av fýrverk verður givið av Føroya Landfúta.

Umsókn um loyvi til innflutning av fýrverk skulu sendast til lokalu løgreglustøðina ella sendast við telduposti til: politi@politi.fo

Við umsóknini skulu fylgja bíleggingarváttan, faktura ella tílíkar, sum siga frá:

  1. vøruslag,
  2. støddin og samsetingin av satsinum, sum elva kann brest og
  3. um fýrverkið kann elva reytt ljóseffekt ella orangegult roykeffekt.