Avhending, útvegan og nýtsla av fýrverki.

Tað er forboð fyri at avhenda, útvega sær ella at nýta fýrverk, sum brestur, uttan loyvi frá Føroya Landfúta.

Undantikin frá forboðnum eru tó:

  1. borðbumbur,
  2. ’japanskar’ borðbumbur,
  3. brestir (knallert),
  4. bresttráðir,
  5. pappírsperlur (amorces),
  6. pappírsperlubond (amorcesbond),
  7. brestperlur og
  8. brestproppar (hundaproppar). 

Fylgjandi fýrverk, sum hava ljós- ella roykvirknað, mugu ikki latast av hondum, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá Føroya Landfúta

  • rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur
  • rakett-fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós 
  • royksignal, sum geva appilsingulan royk.