Søla av fýrverk og kemikalium til persónar undir 18 ár

Tað er forboð fyri at selja persónum undir 18 ár fýrverk.

Undantikin forboðnum eru:

  • borðbumbur,
  • brestir
  • pappírsperlur (amorces),
  • pappírsperlubond (amorcesbond) og
  • stjørnukast.

Forboð er fyri at selja persónum undir 18 ár fylgjandi kemikaliur:

  • chloratur, perchloratur og nitrar av natrium, kalium, calcium, ammonium ella baryum
  • reytt og gult fosfor
  • svávul
  • aluminumspulvur og magnesiumpulvur