Loyvi at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk

Loyvi til at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk, sum forboð er fyri at nýta, kann fáast hjá Føroya Landfúta, tá ið serstakur áhugi til tess er próvførdur, til dømis í veitslulag o.t., sum opið er hjá almenningini ella mong sleppa til. Í loyvinum skal tilskilast hvussu mikið og hvussu fýrverkið skal vera nýtt.

Útgerðarmenn, skiparar, fareigarar og aðrir, sum tørva útgerð av neyðsignalum, kunnu haraftrat fáa bæði einsæris og loyvir yvirhøvur til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki.

Loyvi til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki tørvar ikki, um so er, at tað verður tikið hjá forhandlara móti at vísa tilsýnsbókina hjá skipinum og stemplað í hana.