Merking

Fýrverkslutir skulu hava uttanáskrift, sum eyðkennir lutin og helst fabrikatnummar og annaðhvørt navnið hjá fabrikanti (innflytara) og heimstað ella vørumerki hansara ella serstakt eyðkenni. Verður vørumerki ella eyðkenni nýtt, skal Føroya Landfúti hava frásøgn um tað.

1) Rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur, 2 rakett-fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós og 3) royksignal, sum geva orangegulan royk og hartil annað signalfýrverk (bumbur, kanónslag og summi handbluss) skulu eisini vera týðuliga merkt við bókstavinum “S“.

Á størri fýrverkslutum skal eisini standa stutt nýtsluleiðbeining. Størri fýrverkslutir, sum vanliga eisini í heilsølu verða seldir í smáum, til dømis størri rakettur og sólir, skal uttanáskriftin og bókstavurin “S“ standa á hvørjum lutinum sær, minni fýrverkslutum á tí sum uttanum teir er.

Fýrverk skal vera merkt áðrenn tað verður latið út frá sølustaðnum.