Goymslur

Í handlum og í rúmum, sum liggja upp at handlum, kunnu upp í 20 kg av fýrverki havast á goymslu. Uttanfyri tílík rúm kunnu upp í 40 kg av fýrverki havast á goymslu, tó ikki í sethúsum. Loyvi til størri nøgdir á goymslu kann fáast hjá landfútanum.

Fýrverk skal goymast varliga og minst 2 m frá varmavæli ella kaminu.

Fýrverk, ið er á goymslu hjá sølufólki, skal vera goymt í tøttum trækassum (skápum) ella timburfóðraðum metalkøssum við tøttum loki. Kassarnir (skápini) skulu vera merktir “Vandamikið – Fýrverk“ og mugu bert goyma fýrverk og skulu verða settir soleiðis, at fólk ikki sleppur til. Verður fýrverk goymt í handilsrúmum ella rúmum uppiá handilsrúmum, skulu hóskandi sløkkiamboð vera við hondina nærindis kassunum (skápunum). Eitt nú kann ein spann við vatni vera har ella ein trýstvatnssløkkjari (handsløkkjari við vatni at sløkkja við og eitt slag av komprimeraðari luft sum drívevni).

Tað er tó loyvt at hava fýrverkslutir frammi fyri at vísa úrvalið, ið er til sølu, men tó soleiðis, at fólk ikki sleppur fram at fýrverkinum, sum stendur frammi. Tað er bert lov at sýna ein lut av hvørjum slagi (eind ella smásølupakking), sum er at fáa í handlinum.

Í rúmum, har fýrverk verður goymt, mugu ongar eldfimar veskur vera og royking er bannað. Hendan reglan er tó ikki galdandi í handilsrúmum, sum hava eldsløkkingaramboð.

Hetta fevnir tó ikki um borðbumbur, japanskar borðbumbur og brestir (knallert).

Tað er ikki loyvt at nýta fýrverk inni í rúmum, har annað fýrverk er frammi ella á gloymslu, og har eldfimar veskur eru.