Fráboðan um arbeiðsóhapp

Eitt arbeiðsóhapp ella ein arbeiðsvanlukka er sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni ein persónskaði, ið er hendir orsakað av einum arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, og sum hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Slíkar hendingar, umframt allar eitranir, skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum skjótast, og áðrenn 9 dagar eru farnir.

Er talan um álvarsligar vanlukkur og eitranir, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið verða fráboðað beinanvegin umvegis telefon. 

Skriva í teigarnar niðanfyri fyri at fráboða um arbeiðsóhapp:



Møgulig frágreiðing
Møgulig frágreiðing

Hvør skal boða frá?

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at boða frá teimum vanlukkunum, sum raka hansara arbeiðsfólk. Rakar ein vanlukka onkran, sum ikki arbeiðir í fyritøkuni, eigur viðkomandi sjálvur at syrgja fyri, at boðað verður frá. Eisini tey, sum eiga ella brúka maskinur, hava skyldu at boða frá vanlukkum.

Hvussu skal fráboðast?

Arbeiðsskaðar kunnu fráboðast talgilt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið við funkuni omanfyri.

Arbeiðsóhapp/arbeiðsvanlukkur kunnu tó framvegis fráboðast við einum oyðublaði frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: Oyðublað. Oyðublaðið skal sendast til Arbeiðs-og brunaeftirlitið við telduposti til vanlukkur@arb.fo ella við vanligum posti til ‘Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, 100 Tórshavn'.

Tilgongdin víðari

Seinast 2 arbeiðsdagar eftir móttøku av skaðafráboðanini verður ein móttøkuváttan send arbeiðsgevaranum, tí skaðarakta og møguligum starvsfólkavaldum trygdarumboðum á arbeiðsplássinum.   

Seinast 2 vikur eftir móttøku av móttøkuváttanini verður eitt skriv sent til omanfyri nevndu partar um, hvørt Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger meira við málið ella ikki.

Endurgjald og Føroya Vanlukkutryggingarráð

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur ikki lóggávuna um endurgjald í sambandi við avleiðingar av arbeiðsskaða. Føroya Vanlukkutryggingarráð tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúku vegna arbeiði.

Føroya Vanlukkutryggingarráð er á C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn.

Teldupostur: fvr@sorinskrivarin.fo

Tlf.: 31 10 03