Um Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er arbeiðs- og brunaeftirlitsmyndugleiki landsins

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra arbeiðsumhvørvi á øllum føroyskum arbeiðsplássum, umframt at virka fyri brunatrygd.

Stovnurin er partur av málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum. 

Lógargrundarlagið fyri virksemi stovnsins er:

  • Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi við tilhoyrandi kunngerðum
  • Løgtingslóg um kavaravinnu við tilhoyrandi kunngerðu
  • Løgtingslóg um spreingievni
  • Løgtingslóg um tiltøk at minka um royking við tilhoyrandi kunngerð
  • Lóg um løggildar vektir og nøgdarmátarar
  • Løgtingslóg um tilbúgving (kapittul 8 um fyribyrging og annað)
  • Løgtingslóg um fýrverk
     

Arbeiðs- og brunaeftirlitið fremur eftirlitsvitjanir, leiðbeinir pørtunum á t.d. arbeiðsmarknaðinum, stovnum, feløgum og persónum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrásetur og granskar vanlukkutilburðir og ráðgevur landsstýrismanninum viðvíkjandi arbeiðsumhvørvismálum, brunatrygd v.m.. 

Hetta verður gjørt fyri at stuðla undir arbeiðstrygd og brunatrygd í føroyska samfelafanum.

Virkað verður fyri fyribyrging av kropsligum og sálarligum arbeiðsskaðum og sliti. Arbeiðsumhvørvi og brunatrygdin skal fylgja við menningini í samfelagnum, og grundarlag skal skapast fyri, at partanir sjálvur loysir trygdar- og heilsuspurningar.