Boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá

Øll kunnu boða Arbeiðs- og brunaeftirlitið frá, um ein illgruni er um, at ein fyritøka brýtur arbeiðsumhvørvisreglurnar.

Tað er tó altíð eitt gott hugskot at umrøða arbeiðsumhvørvistrupulleikar í trygdarskipini/trygdarbólkinum á arbeiðsplássinum.

Hvussu kann eg boða frá? 
Tú kanst boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá við telefon, telduposti ella við at nýta fráboðanarfunkuna á heimasíðuni.

Tú hevur rætt til at vera dulnevndur, og tú fert altíð at verða viðgjørdur dulnevnt í sambandi við eftirlitsvitjanir og málsviðgerðir. Hetta er eisini galdandi, um tín arbeiðsgevari spyr Arbeiðs- og brunaeftirlitið, um nakað starvsfólk hevur vent sær til Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Allir privatpersónar t.d. starvsfólk í einari fyritøku hava rætt til innlit í skjølini hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum m.a. fyri at síggja, hvørjar avgerðir eru tiknar og fyri at fáa kunning um, hvørji boð ein fyritøka hevur fingið álagt at fylgja. Neyðugt er tó at biðja um innlit í hesi skjøl.

 

Hvat spyrja vit um?


Tá ið tú setur teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, spyrja vit teg vanliga um hesar upplýsingarnar:

  • Navnið á fyritøkuni, bústaðin og deildina (soleiðis at vit kunnu finna arbeiðsplássið og trupulleikan, um vit gera eina eftirlitsvitjan).
  • Hvørjir trupulleikar eru við arbeiðsumhvørvinum?
  • Hvussu nógvir persónar eru fevndir av trupulleikanum?
  • Nær er trupulleikin íkomin, og hvussu leingi verður væntað, at tað verður ein trupulleiki?
  • Hevur fyritøkan eina trygdarskipan ella ein trygdarbólk, og hava tey verið uppi í málinum?
  • Navn og kontaktupplýsingar hjá tær (tað verður handfarið í trúnaði), um okkum tørvar fleiri upplýsingar um málið.

 

Hvat hendir aftaná eina fráboðan?

Um tú hevur sett teg í samband við Arbeiðs- og brunaeftirlitið við einum telduposti viðvíkjandi einum arbeiðsumhvørvistrupulleika, fært tú eini boð um, at vit hava móttikið tín teldupost.

Legg til merkis, at ein fráboðan um vánaligt arbeiðsumhvørvi nýtist ikki at merkja, at ein eftirlitsvitjan verður gjørd alt fyri eitt. Hvør einstøk fráboðan verður viðgjørd fyri seg og mett verður um, hvat Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal gera í hvørjum einstøkum máli.

Meginreglan er tó, at ein vitjan altíð verður gjørd, um vit meta, at talan er um ein bráðfeingis vanda. Tú fært ikki boð um, hvørt ein eftirlitsvitjan spyrst burturúr tíni fráboðan ella ikki.