Føst arbeiðspláss

Reglurnar um innrætting av føstum arbeiðsplássum eru ásettar í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðspássum.

Í stuttum eru yvirskipaðu reglurnar um innrætting av føstum arbeiðsplássum hesar:

Nýinnrætting ella stór umbygging

Nýinnrætting ella stór umbygging av arbeiðsplássum skal raðfestast og fremjast við atliti at trygd og heilsu, soleiðis at:

  • arbeiðsgongdin er væl og virðiliga trygg, og at m.a. viðurskifti, sum viðvíkja flutningi og goymslu av tøkniligum hjálpartólum, eru so góð, sum til ber 
  • møguligir vandar og ampar, sum standast av arbeiðsgongdum, m.a. dust ella onnur luftdálking, geisling, ovurstór hita- ella kuldastig, larmur, ringur deymur v.m., verða avmarkaðir í størst møguligan mun, og at tað slepst undan óneyðugari ávirkan av teimum
  • tey, sum gera arbeiðið, og onnur á staðum kunnu nýta, vaska, viðlíkahalda og eftirkanna bygningar, lendi, ravmagnsútbúna v.m. á ein hátt, sum er væl og virðiliga tryggur
  • bygningskonstruktiónirnar og tilfarið, sum verður nýtt, geva eina fullgóða bjálving móti fukti, hita og kulda, umframt at ljóð-, inniluft- og ljósviðurskiftini eru nóg góð
  • byggitilfar ikki verður brúkt, sum gevur frá sær damp ella dust við heilsuskaðiligari ella nervandi styrki, ella sum kann føra til nervandi ella vandamiklar mongdir av støðuravmagni (statist elektrisitet)
  • bygningskonstruktiónir ella tilfar, ið savna dálking, ella sum eru torfør at vaska, ikki verða nýtt har, sum arbeiðið ber í sær nógv dustrok ella heilsuskaðiliga dálking 

Ætlanir um nýbygging ella umfatandi innrætting ella broyting av bygningum, hølum og tøkniligum anleggum og útbúnaði v.m. skulu verða ummæld av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, áðrenn innrættingin ella broytingin verður framd. Tað sama er galdandi, tá ið bygningar, høli, øki o.tíl. skulu leigast út til vinnuligt endamál. 

 

Arbeiðsstað

Arbeiðsstaðið hjá tí einstaka skal vera rúmligt og hóskandi innrættað, soleiðis at neyðugur útbúnaður, hjálpartól og tilfar standa væl í mun til hvørt annað. Somuleiðis eiga allar tær funktiónirnar, sum hava okkurt við arbeiðið at gera, at kunna verða útintar á fulltryggan hátt bæði tí, ið viðvíkur arbeiðsrørslum og arbeiðsstøðum.

Har sum arbeiðið uttan trupulleika kann verða gjørt sitandi, skal hóskandi pláss vera til tað. Har, sum arbeitt verður standandi ella gangandi, skulu, um møguleiki er til tað, vera setur til at sita á, tá ið steðgur er í arbeiðinum.

Krav er um at hava fulltrygga atgongd til arbeiðsstaðið og til rýmingarmøguleikarnar frá arbeiðsstaðnum. 

Arbeiðsstaðið skal vera skapað og innrættað soleiðis, at starvsfólk ikki óneyðugt verða ávirkað av evnum og tilfari, geisling, ovurstórum hita- ella kuldastigum, ringum deymi, larmi ella ristingum v.m. frá arbeiðsgongdum ella arbeiðsstøðum hjá øðrum.

Har, sum vandi er fyri dálking av tilfari við smittuvanda, ella av tilfari, sum er týdningamikið at fáa burtur av húðini ella forða spjaðing av vegna trygd og heilsu, skulu hóskandi og nóg nógv hjálpartól vera nærindis arbeiðsstaðnum, so sum eygnaskolifløska, neyðbrúsa og serlig reinsievni.

 

Útbúnaður

Á arbeiðsstaðnum skal hóskandi útbúnaður vera, soleiðis at arbeiðið kann verða útint á ein fulltryggan hátt.

Stólar, arbeiðsborð og tílíkt, sum verða brúkt til skiftandi arbeiðsuppgávur og av skiftandi starvsfólkum, skulu um neyðugt kunnu stillast.

Útbúnaður skal verða gjørdur av tilfari, sum ikki er vandamikil fyri heilsuna á nakran hátt. Tilevningin og tilfarið skulu vera av slíkum slag, at tey tola at verða reinsað væl og virðiliga í mun til, hvussu dálkað tey verða av arbeiðinum. 

 

Hitaviðurskifti

Í arbeiðstíðini skal hitin í arbeiðsrúminum lagast eftir arbeiðinum við atliti at arbeiðshættum og tí likamliga virkseminum, sum starvsfólkið arbeiðir undir. Hitin í arbeiðsrúminum skal ikki vera starvsfólkinum til ampa.

 

Luftnýggjan

Hvørt arbeiðsrúm skal hava nóg mikið av útlufting, soleiðis at starvsfólkini arbeiða í frískari luft. Útluftingin skal tó ikki leiða til trupulleikar av gjóstri. 

Mekanisk luftnýggjan, sum gevur nóg nógva fríska luft við hóskandi hita og vætu, skal verða sett upp, um natúrlig luftnýggjan gjøgnum vindeygu, hurðar og annað ikki er nøktandi.

Har, sum luftevni, dust ella tílíkt, ið er vandamikið fyri heilsuna, ella sum kann skapa ein vanda fyri eksplosjón, ringum royki, smáverum, aerosolum ella aðrari nervandi luftdálking, kann taka seg upp, skal mekanisk útsúgving verða sett upp, sum, í tann mun tað ber til, flytur dálkingina burtur frá tí staðnum, har hon tekur seg upp. Samstundis skal frísk luft við einum hóskandi hita verða førd til staðið.

Í teimum førunum, har dálkingin ikki á munagóðan hátt kann flytast burtur frá staðnum, har hon tekur seg upp, skal tað ávísa arbeiðið, sum fer fram, verða flutt til eitt serstakt rúm, kabinu ella tílíkt við hóskandi mekaniskari ventilatión, har einki annað arbeiði verður gjørt. 

  

Vælferðarfyriskipanir

Á arbeiðsplássinum skulu niðanfyri nevndu hentleikar vera til taks fyri øll starvsfólk:

  • vesi
  • matstova, tá ið matarsteðgir eru í arbeiðstíðini
  • vask
  • klædnaskáp ella klædnarúm, um klæði skulu skiftast
  • ein felags telefon, um starvsfólkini ikki á annan hátt hava atgongd til eina telefon
     

 Nærri útgreinað krøv eru undir reglum og vegleiðingum