Skiftandi arbeiðspláss

Reglurnar um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum eru ásettar í kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum

 Í stuttum eru yvirskipaðu reglurnar um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum hesar:

  • Arbeiðsgevarin skal meta um, hvørt trygdar- og heilsuviðurskiftini eru fullgóð og trygg í mun til tað arbeiðið, ið skal gerast. Henda metingin skal verða gjørd, áðrenn farið verður til arbeiðis, og meðan arbeitt verður. Eru viðurskiftini ikki í lagi, skal arbeiðagevarin syrgja fyri, at umstøðurnar verða broyttar á frægasta og rímiligasta hátt, so at arbeiðsplássið verður væl og virðiliga trygt.
  • Um arbeiðið hevur við sær bágar ella váðar, skulu hóskandi ábøtur gerast, so viðurskiftini verða fulltrygg bæði fyri tey, sum útinna arbeiðið, og onnur, ið arbeiða á staðnum.
  • Ber ikki til at innrætta arbeiðsplássið, so tað verður væl og virðiliga trygt, skulu onnur tiltøk verða sett í verk, so arbeiðið kann vera útint á fulltryggan hátt sbrt. kunngerðini um útinnan av arbeiði og “Bekendtgørelse om brug af personlige værnemidler”.
  • Tá ið starvsfólk verða lærd upp og verða vegleidd, skal arbeiðsgevarin ansa eftir, at upplæringin fevnir um tær serligu fyriskipanirnar, ið galda fyri arbeiði uttan fyri økið hjá virkinum sbrt. § 4. Harumframt skulu arbeiðsfólk verða vegleidd í, hvussu farast skal fram, um viðurskifti, ið hava trygdar- og heilsuvanda við sær, eru galdandi á arbeiðsplássum, og sum tey ikki sjálvi fáa bøtt um.
  • Neyðhjálparútgerð, ið hóskar til arbeiðsplássið og umstøðurnar, skal altíð vera á staðnum.

 Arbeiðsstøð, ið kunnu flytast

  • Arbeiðsstøð, ið verða skipað í flytiligar eindir, sum t.d. bókasavnsvirksemi, skrivstovur ella læknastovur, skulu hava tað plássið, ið tørvur er á, og hava tað neyðuga innbúgvið, so at arbeiðið kann verða gjørt á tryggan og heilsugóðan hátt.
  • Tøknilig hjálpartól, innleggingar og útgerðir skulu verða sett upp á ein forsvarligan og tryggan hátt, ið er hóskandi til nýtsluna av teimum flytiligu eindunum.
  • Hita-/kuldaviðurskiftini skulu hóska til tað arbeiðið, ið verður gjørt, og tað skal bera til at stilla hitan og hava nóg mikið av frískari luft, uttan at ampi stendst av gjóstri. Vanligu ljósviðurskiftini skulu vera góð, og hóskandi arbeiðsljós skal vera á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi. Dagsljós skal eisini vera á plássinum, um tað ikki er til ampa fyri arbeiðið.
  • Tað skal bera til at koma til arbeiðsplássið og frá arbeiðsplássinum á fulltryggan hátt.

  • Um arbeiðsfólkið fær boðið eitt flytiligt stað at sova í nøkur avtalað tíðspunkt, nakrar kravdar hvíldarsteðgir ella í sambandi við vaktarhald, so skal staðið vera innrættað á ein forsvarligan hátt, sum egnar seg til endamálið. 
  • Bæði stødd og innrætting av soviplássi skulu vera í lagi, og luftviðurskiftini skulu vera góð. Tað skal bera til at venda sær og at liggja víðopin á leguni, tá ið hvílt verður. Neyðugir persónligir lutir eiga at kunna verða goymdir á staðnum.
  • Soviplássið skal vera bjálvað móti kulda, hita og óljóði, og hóskandi hiti skal vera í rúminum og nóg mikið av frískari luft, uttan at tað leiðir til trupulleikar av gjóstri. Tað skal bera til at tendra hóskandi ljós, og møguleiki skal vera fyri at síggja út.

  • Komast skal til soviplássið og frá soviplássinum á fulltryggan hátt. Rýmingarmøguleikin av soviplássinum skal vera góður. Í lastbilum skal bera til at sleppa beinleiðis úr førararúminum til soviplássið, og tað skal vera møguligt at sleppa út gjøgnum eina rýmingarhurð, ið lættliga kann latast upp.

Vælferðarfyriskipanir

Tá ið arbeitt verður, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at starvsfólkini hava atgongd til:

  • vesi
  • hóskandi stað at eta í, um matarsteðgir eru í arbeiðstíðini
  • hondvask, helst við rennandi vatni. Nóg mikið av heitum vatni skal vera til at vaska sær í, um tørvur er á tí orsakað av heilsuáðum
  • tryggar goymslur til klæði og persónligar ognarlutir

Somuleiðis skulu umstøður vera:

  • til at skifta klæði, um tað er neyðugt at skifta klæði í sambandi við arbeiðið
  • at turka klæði, um arbeiðið er av slíkum slagi, at tey verða vát
  • til brúsu og skiftirúm við møguleika at goyma vanligu klæðini og arbeiðsklæðini hvør sær, um so er, at arbeiðið:
  1. støvar illa ella er serliga dálkandi á annan hátt
  2. hevur við sær dálkandi evni, sum kunnu hava ein smittuvanda
  3. hevur við sær ein vanda fyri at koma í samband við evni og tilfar, sum av trygdar- og heilsuávum skulu verða vaskað av húðini, soleiðis at tey ikki verða leidd aðrastaðni
  4. hevur við sær, at arbeiðsfólkini koma í nógvan hita, ella at arbeiðið er tengt at nógvum likamligum strevi

Hentleikar

Hentleikar skulu vera til taks ella setast upp á arbeiðsplássinum ella vera har í nánd, og teir skulu vera innrættaðir á ein forsvarligan hátt í rúmum, sum eru hóskandi og atkomulig, meðan arbeitt verður.

  • Hentleikarnir skulu verða settir upp á arbeiðsplássinum í hjólskúrum ella øðrum flytiligum eindum, ið hóska til endamálið, og sum eru innrættað á fulltryggan hátt. Turrvesi skulu vera líka rein og nosslig sum vesi, har tað ber til at skola niður. Um ein hjólskúrur ella tílíkt verður settur til taks hjá meira enn 4 fólkum at nýta, skulu vesini sambindast við kloakk, har tað er møguligt og rímiligt.
  • Hentleikarnir skulu vera til taks á einum staði hjá arbeiðsgevaranum, sum verður nýtt til at savnast í, og teir skulu vera lætt atkomiligir. Um savningarstaðið er eitt fast virkispláss, ein verkstaður ella tílíkt í fyritøkuni hjá arbeiðsgevaranum, skulu hentleikarnir lúka krøvini um vælferðarfyriskipanirnar á føstum arbeiðsplássum. Er talan um eitt fyribils savningarstað, skulu hentleikarnir lúka krøvini um hjólskúrar, sum eru ásett omanfyri. Fyri at savningarstaðið skal lúka treytirnar um atgongd til vesi, skal arbeiðsfólkið kunna fara aftur til savningarstaðið í hóskandi millumbilum, meðan arbeitt verður, ella skal arbeiðsfólkið á annan hátt hava rímiligan møguleika at nýta vesið á savningarstaðnum. Er hetta ikki møguligt, skal verða víst á eitt annað vesi, sum er bæði reint og nossligt, og sum er í nánd av arbeiðsplássinum.
  • Í teimum førunum, har vaski- og baðihentleikar ikki verða settir upp á sjálvum arbeiðsplássinum, skal arbeiðsfólkið tó altíð kunna vaska sær nóg væl á arbeiðsplássinum á annan hátt. Um neyðugt, so skal heitt vatn vera til at vaska sær við og serlig reinsandi evni, um arbeiðið hevur við sær ein dálkingarvanda av smittandi evnum ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum mugu verða vaskað av húðini ella mugu forðast í at verða spjadd aðrastaðni. 
  • Kvinnur og menn skulu annaðhvørt hava hvør sítt baði- og skiftirúm, ella skulu tey hava møguleika til at skiftast um sama rúm.
  • Um ikki ber til at brúka hættirnar, ið nevndir eru omanfyri, av tí at arbeiðið t.d. er flutningur ella hevur okkurt við flutning at gera yvir longri strekki, ella tí at tað ikki er hóskandi at brúka eitt savningarstað, so skal arbeiðsgevarin tryggja sær, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til teir kravdu hentleikarnar á ein øðrvísi hátt, sum tó ikki minkar um trygdina hjá arbeiðsfólkunum.
  • Arbeiðsfólk skulu ikki verða biðin um at nýta hentleikar í sínum egna bústaði, um arbeiðið er serliga dálkandi og hevur við sær dálkingarvanda av smittandi evnum ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum ikki mugu verða spjadd aðrastaðni.