Arbeiðsumhvørvisráðið

Sambært § 52 í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, verður landsstýrismanninum heimilað at seta eitt Arbeiðsumhvørvisráð við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini, og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum og sama tal av tiltaksumboðum.

Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og varaformann fyri eitt 4 ára skeið eftir tilmæli frá omanfyrinevndu umboðum.

Starvsskeiðið hjá ráðnum er 4 ár.

Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.

Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi, heilsu- og sosialmál, tekniskar spurningar, útbúgving og onnur mál av felags áhuga fyri arbeiðsumhvørvið.

Sitandi ráð er valt í oktober 2017, og situr til oktober 2021.

Limirnir í ráðnum eru:

  • Formaður: Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
  • Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð
  • Umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini: Esther Dahl, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum
  • Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðarafelag 
  • Umboð fyri arbeiðstakarafeløgini: Danial Pauli Djurhuus, formaður Landsfelag Handverkaranna
  • Umboð fyri landið og kommunufelagið: Marin á Brúnni, fulltrúi hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelaganum
  • Umboð fyristarvsfólkini hjá landinum og kommununum: Annika Hoydal, Ljósmøðrafelag Føroya

 

 Arbeiðs- og brunaeftirlitið er skrivstova hjá ráðnum. Skrivari hjá ráðnum er Marin Karlsdóttir: mk@arb.fo