Um eftirlit

Sum eftirlitsstovnur fremur Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlitsvitjanir á m.a. arbeiðsplássum, spreingievnisgoymslum, bygningum, sum hýsa eldfimum virksemi og støðum, har ið fólk koma saman.

Heimildirnar hjá stovninum til at gera eftirlitsvitjanir eru m.a.:

  • Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
  • Løgtingslóg um tilbúgving
  • Løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

Endamálið við eftirlitsvitjanunum hjá stovninum er at eftirkanna, um krøvini í viðkomandi lóggávu verða fylgd.

 

Nær fær man vitjan av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum?

Arbeiðspláss kunnu fáa vitjan: 

  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger eftirlit við arbeiðsumhvørvinum. 
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger eftirlit við brunatrygdini
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ynskir at gera eftirlit við einum ávísum framleiðsluøki á arbeiðsplássinum. 
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur móttikið eina klagu um ávís viðurskifti á arbeiðsplássinum / bygninginum. 
  • tá ið arbeiðsplássið hevur biðið um at eitt eftirlit verður gjørt.
  • tá ið ein arbeiðsvanlukka er hend.

 

Arbeiðspláss, ið eru undir serligum eftiransni eru:  

  • Arbeiðspláss, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið, grundað á klagur, arbeiðsvanlukkur ella arbeiðstengda sjúku hevur kunnleika um, at viðurskiftini á arbeiðsplássinum eru trupul.
  • Arbeiðspláss í ovbyrjaðum vinnugreinum.
  • Arbeiðspláss, ið ikki eru vitjað í longri tíð.
  • Arbeiðsplass, ið av øðrum orsøkum krevja eyka uppmerksemi.

 

Fráboðaðar og ófráboðaðar eftirlitsvitjanir

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera bæði fráboðaðar og ófráboðaðar eftirlitsvitjanir.

Tá ið talan er um fráboðaða eftirlitsvitjan, í sambandi við arbeiðsumhvørvi, setir Arbeiðs- og brunaeftirlitið seg í samband við arbeiðsplássið áðrenn vitjanina. Avtalað verður antin, at eftirlitsvitjanin verður gjørd ein ávísan dag og klokkutíð, ella at vitjanin verður í næstum. 

Tá talan er um fráboðaða eftirlitsvitjan, í samband við brunatrygd, setir Arbeiðs- og brunaeftirlitið seg í samband við tann, sum eigur ella umsitur bygningin ella mannverkið umframt staðbundna tilbúgvingarleiðararn (sløkkiliðsstjóran).

Er talan um eina ófráboðaða eftirlitsvitjan, møta eitt ella fleiri eftirlitsfólk frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upp uttan frammaundan at hava gjørt avtalu um vitjan.

Óansæð um talan er um fráboðaða ella ófráboðaða eftirlitsvitjan, skal virkið ella tann, sum umsitur bygningin seta neyðuga tíð av til at gjøgnumganga eftirlitspunktini saman við eftirlitsfólkunum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Eftirlitsfólkini skulu vísa samleikaprógv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og hava rætt til at gera eftirlit uttan rættarúrskurð. Eftirlitsfólkini hava rætt til at t.d. taka royndir, biðja um skjøl og taka myndir av staðnum.  

 

Sløg av eftirlitum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur fleiri ymisk málsøki og hevur harvið fleiri ymiskar heimildir til at gera eftirlit. Hesi sløg av eftirlitsvitjanum eru: 

  • Heildareftirlit, har ið endamálið er at hyggja eftir heildini -  t.d. í mun til arbeiðsumhvørvi.
  • Málrættað eftirlit, har ið endamálið er at hyggja málrættað eftir einum ávísum trupulleika ella trupulleikaøki.
  • Vanlukkugransking, har ið endamálið er at granska umstøðurnar rundanum eitt arbeiðsóhapp.
  • Tekniskt eftirlit, har ið endamálið er at gera regluligt eftirlit við tøkni ella skipanum – t.d. elevatorum, dampketlum og frystiskipanum.
  • Brunasýn, har ið endamálið er at staðfesta, um brunatrygdin hjá bygningi ella mannaverki er nøktandi.  

 

Reaktiónir í sambandi við eftirlitsvitjan

Eftir eina eftirlitsvitjan kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið koma við ymiskum aftursvarum í mun til, hvør niðurstøða er gjørd um arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum. 

Aftursvarið er tengt at vavi og álvarsemi í teimum trupulleikum, ið verða staðfestir á eftirlitsvitjanini.  

Arbeiðs- og brunaeftirlitð kann geva:

  • Forboð - hetta er forboð móti at halda fram við arbeiðinum ella t.d. nýtsluna av einum bygningi. 
  • Skundboð - hetta inniber ítøkiligt krav um at bøta um ónøktandi viðurskifti alt fyri eitt. 
  • Boð við freist - hetta inniber ítøkiligt krav um at bøta um ónøktandi viðurskifti innan ásetta dagfesting.
  • Vegleiðing - hetta inniber tilráðingar um, hvussu viðurskifti kunnu betrast.
  • Politifráboðan - hetta kann verða gjørt um lógarbrot er farið fram ella um boð ikki verða aktað.   

Eftir eftirlitsvitjanina verður ein eftirlitsfrágreiðing send arbeiðsplássinum. Innihaldið í eftirlitsfrágreiðingini er tengt at teimum trupulleikum, ið vórðu staðfestir undir eftirlitsvitjanini umframt hvussu álvarsligir trupulleikarnir eru.  

Um Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur reagerað við at geva forboð, skundboð ella boð við freist, eigur eftirlitsfrágreiðingin at vísa til ta lóg, ið gevur heimild til hesa reaktión.

 

Freist fyri afturboðan

Um arbeiðsplássið skal reagera uppá eitt bræv ella eina eftirlitsfrágreiðing, eigur at standa skrivað, nær ið freistin at geva aftursvar er.