Sálarligt arbeiðsumhvørvi

Við arbeiðsumhvørvislógini frá 2000 kom hugtakið ‘arbeiðsumhvørvi’ inni í føroyska lóggávu.

Hugtakið fevnir ikki bara um likamligt, men eisini um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Sambært kunngerð um útinnan av arbeiði frá 2002, fevnir hendan kunngerðin um alt vinnuligt arbeiði, sum verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara. Kunngerðin áleggur arbeiðsgevarum at skipa arbeiðið soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kann hava ávirkan á likamliga ella sálarliga heilsu.

 

Hvat er sálarligt arbeiðsumhvørvi?

Sálarligt arbeiðsumhvørvi fevnir um viðurskiftir, umstøður og treytir á arbeiðsplássinum, sum ávirka sálarliga ella likamliga heilsu, sjálvsfatan ella sosiala lív arbeiðstakarans.

 

Dømir um hesi viðurskifti eru:

  • arbeiðstíðir
  • hvíldartíð
  • yvirtíð
  • arbeiðsmongd
  • arbeiðsferð
  • tíðartrýst
  • høg kenslulig krøv
  • happing
  • harðskapur og hóttanir
  • vandin fyri skelkandi tilburðum til arbeiðis
  • ávirkan á egið arbeiði
  • broytingar á arbeiðsplássinum
  • ógreitt arbeiðsbýti
  • ring leiðsla
  • illa skipað arbeiði

 

 

Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi 

Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi hevur fleiri ágóðar fyri bæði arbeiðsgevara og starvsfólk. Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi skapar trivnað og arbeiðsgleði. Trivnaður skapar betri samstarv, ger at starvsfólk leggja meiri orku í arbeiðið og eru betri før fyri at handfara broytingar. 

Trivnaðurin á einum arbeiðsplássi hevur eisini týdning fyri, hvørji og hvussu nógv fólk ynskja at søkja starv á arbeiðsplássinum. Tá ið starvsfólk trívast, fær arbeiðsplássið eina góða ímynd ella image úteftir. 

 

Ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi

Á einum arbeiðsplássi, har ið sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er gott, eru hesar ábendingar ofta at síggja:

  • Vánaligt samstarv
  • Vantandi hjálpsemi millum starvsfelagar
  • Konfliktir millum starvsfólk ella millum starvsfólk og leiðslu
  • Starvsfólk savna seg í klikum
  • Arbeiðsuppgávurnar verða verri ella als ikki avgreiddar
  • Arbeiðsavrikið sum heild er verri
  • Hugburðurin á arbeiðsplássinum er neiligur
  • Huglagið á arbeiðsplássinum er keðiligt
  • Prátingarlagið millum starvsfólk ella millum starvsfólk og leiðslu er alspent
  • Samlaða sjúkrafráveran er stór
  • Starvsfólk skifta í annað starv

 

Persónlig tekin um ringt sálarligt arbeiðsumhvørvi 

Sum starvsfólk kanst tú eisini varnast ymisk tekin um at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er gott.
Dømir um hesi tekin eru:

  • Tú hevur trupult við at læra nýtt tilfar
  • Tú gert fleiri mistøk
  • Tú kennir teg útslitna/n, útbrenda/n ella strongda/n
  • Tú hevur pínu í høvdi ella kroppi
  • Tú hevur vøddaspenningar
  • Tú hevur magaórógv
  • Tú hevur svøvntrupulleikar
  • Tú er meiri erkvisin ella nærtakin enn vanligt
  • Tú er illa hýrd/ur ella friðarligari enn vanligt
  • Tú hevur skiftandi sinnalag
  • Tú hevur mist hugin at arbeiða ella hugurin er minkaður munandi