Happing - kunning til starvsfólk

Hvat kanst tú gera, um tú upplivir, at onkur verður happaður?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá allari happing.
  • Boða frá til leiðslu ella annað umboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálvur ikki gerst partur av happingini við at baktala, sleyga ella halda tann happaða fyri gjøldur.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið verður happaður.

 

Hvat kann eg gera, um eg verði happaður?

  • Skriva niður um tað, ið er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram, og hvussu tú sjálvur upplivdi støðuna. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna uttanífrá, samstundis sum tað kann vísa eitt møguligt mynstur í hendingagongdini.
  • Set teg í samband við eitt trygdarumboð/álitisfólk ella ein leiðara og greið frá støðuni.
  • Ger tær tankar um, hvussu tú heldur, at trupulleikin kann verða loystur.
  • Tosa um trupulleikarnar við ein, tú hevur álit á.

 

Boða frá happing

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða happing. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt, við jøvnum millumbilum, hvørji hesi fólkini eru.