Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann verða útint trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygdina ella heilsuna hjá starvsfólkunum.
Fyribyrging av strongd krevur, at bæði leiðsla og starvsfólk leggja orku og tíð í at fyribyrgja. Fyrsta stigið er opinleiki - bæði frá starvsfólki og leiðslu. Opinleiki krevur tíð og dirvi, men aloftast uppliva starvsfólk opinleika um eitthvørt evni sum ein stóran lætta.
Við opinleika verður sipað til samskifti og samstarv um ítøkilig viðurskifti í arbeiðinum, ið eru atvold til strongd. Atvoldirnar kunnu vera ymiskar, alt eftir hvørja vinnugrein talan er um, og hvat fyri arbeiðspláss og deild, starvsfólkini starvast á. Av tí sama kunnu loysnirnar eisini vera ymiskar.
Til ber at fyribyrgja strongd við at eyðmerkja og meta um, hvørji viðurskifti ella hvørjar umstøður í arbeiðinum kunnu verða við til at gera starvsfólk strongd. Hetta kann gerast við at:
- Eyðmerkja hvørjir vandarnir eru, umframt hvørji starvsfólk kunnu vera í serligum vanda. Leiðsla og starvsfólk kunnu samstarva um hetta. Ger teg kunnigan við, hvørji vandatekinini um strongd eru
- Meta um og raðfesta vandarnar, soleiðis at størsti vandin verður handfarin fyrst
- Leggja eina ætlan um fyribyrgjandi tiltøk. Um ikki ber til at sleppa undan vandum, eigur ein arbeiðsætlan at verða gjørd fyri, hvussu vandin kann avmarkast
- Seta ætlanina í verk. Kunnger nágreiniliga, hvat ið verður sett í verk, hvat tilfar krevst, hvør skal vera heftur at ætlanini, umframt hvør tíðarkarmurin er
- Hava eftirlit við og endurskoða ætlanina støðugt. Ver til reiðar at fremja broytingar, um neyðugt
Afturat hesum kann arbeiðsgevari/leiðsla:
- Skipa arbeiðið hóskandi og við realistiskum málum og tíðarkørmum
- Taka atlit til vitan og kunnleika hjá starvsfólkunum, tá ið arbeiðsuppgávur verða býttar út
- Leggja ætlanir um og seta í verk viðkomandi útbúgving fyri starvsfólkini
- Leggja ætlanir um og seta í verk leiðslumenning – við høvuðsdenti á góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi
- Menna og seta í verk starvsfólkapolitikk t.d. ein strongdarpolitikk
Fyri at fáa eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi krevst, at bæði arbeiðsgevari, leiðsla, trygdarumboð/-skipan og starvsfólk samstarva.
Mælt verður til, at starvsfólk og leiðsla ella arbeiðsgevari tosa opið um viðurskifti, ið kunnu elva til strongd, og hareftir samstarva um neyðug fyribyrgjandi tiltøk.
Dømi um fyribyrgjandi tiltøk eru:
- Tryggja javnt arbeiðsbýti millum starvsfólk
- Góð tilrættislegging av arbeiðstilgongdum
- Heilsugóðar arbeiðsrytmur
- Raðfesting av arbeiðsuppgávum – allar uppgávur hava ikki eins stóran týdning
- Realistisk mál fyri arbeiðsuppgávur ella arbeiðsmongd, ið skal avrikast
- Realistiskar tíðarfreistir
- Gera nógv burturúr tí sosiala á arbeiðsplássinum
- Góð sambond millum starvsfelagar
Trupulleikar av strongd síggjast sjáldan, tá ið:
- Starvsfólk hava ávirkan á egið arbeiði
- Nokk av starvsfólkum eru at loysa arbeiðsuppgávurnar
- Amboð, tól og tøkni rigga
- Kunnleiki og royndir við arbeiðsuppgávunum eru nøktandi
- Leiðslan stuðlar starvsfólkunum og gevur teimum afturboðanir
- Starvsfelagar stuðla hvørjum øðrum, tá ið arbeiðsuppgávurnar verða ov torførar ella viðskiftafólk/borgarar eru krevjandi
- Arbeiðsuppgávurnar eru greiðar