Harðskapur, hóttanir og skelkandi tilburðir

Harðskapur og hóttanir eru ein álvarsligur arbeiðsumhvørvistrupulleiki.

Er starvsfólk úti fyri harðskapi ella hóttanum, kann tað hava álvarsamar sálarligar, likamligar og sosialar fylgjur fyri starvsfólkið. Í nógvum førum ávirka harðskapur og hóttanir eisini arbeiðsførið hjá tí rakta.

Harðskapur og hóttanir kunnu somuleiðis hava eina keðiliga ávirkan á trivnaðin á arbeiðsplássinum. Ein av avleiðingunum kann verða, at starvsfólk siga starvið frá sær ella broyta hugburð til arbeiðið, arbeiðshugurin kann versna munandi, minni kann koma burturúr, starvsfólkini kunnu gerast ónøgdari við arbeiðið, og kunnu stúra fyri umaftur at verða fyri harðskapi ella hóttanum.

 

Hvat er harðskapur?

Harðskapur er einhvør gerð, sum hevur til endamáls at gera skaða á ein annan persón. Harðskapur kann vera likamligur og/ella sálarligur. Likamligur harðskapur er t.d. at verða sligin, skumpaður, sparkaður, kvaldur, bitin ella stungin við knívi ella øðrum lutum.

Sálarligur harðskapur umfatar t.d. hóttanir, eyðmýking, mannminkan, vanvirðing, illgiting, mismun, háðan og spott.

 

Hvat er ein hóttan?

Ein hóttan er, tá ið tað við orðum ella kropsmáli verður víst á eina ætlan ella ynski um at gera einum øðrum skaða. Hóttanir kunnu eisini verða gjørdar við myndum, filmsbrotum, telduposti, sms-boðum ella øðrum miðlum.

Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat harðskapur og hóttanir eru, eiga leiðsla og starvsfólk í samstarvi at finna fram til eina felags fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir innibera á arbeiðsplássinum. Øll starvsfólk eiga at verða kunnað um hetta.

Við eini greiðari fatan av, hvat ið harðskapur og hóttanir eru, er lættari at skráseta tilburðir, og út frá hesum seta í verk skipað fyribyrgingarátøk og mannagongdir fyri handfaran av harðskapi og hóttanum.


Skelkandi tilburðir

Skelkandi tilburðir umfata tilburðir, har ið starvsfólkið verður sett andlit til andlits við ógvisligar ella sálarliga tyngjandi tilburðir sum t.d. óhapp, deyðsvanlukku ella álvarsligan løst, ólekjandi sjúku, sjálvmorð ella sjálvmorðsroynd.

 

Eftirfylgjur av harðskapi, hóttanum og skelkandi tilburðum

Harðskapur, hóttanir og skelkandi tilburðir kunnu hava við sær strongdarreaktiónir, sum kunnu ávirka starvsfólkið í langa tíð og á tann hátt minka um lívsgóðskuna hjá starvsfólkinum. Strongdarreaktiónirnar kunnu ávirka kenslulívið, hugsanarháttin, uppmerksemið, hugsavningina og atferðina hjá starvsfelaganum. Samstundis kunnu reaktiónirnar hava við sær fleiri likamligar reaktiónir.

Ymiskt er, hvussu fólk reagera. Summi reagera alt fyri eitt, bæði sálarliga og likamliga, meðan onnur reagera, tá ið ein tíð er fráliðin. Ymiskt er eisini, hvørjar reaktiónir vísa seg hjá hvørjum. Allar nevndar reaktiónir eru tí bert dømi um reaktiónir, ið oftast koma fyri eftir harðskap, hóttanir ella annan skelkandi tilburð.  

Tvey fólk, ið hava verið úti fyri somu hending, kunnu hava heilt ymiskar reaktiónir. Tó er umráðandi at vita, hvørjar reaktiónirnar kunnu verða, soleiðis at tú sum arbeiðsgevari kanst gerast varugur við møguligar reaktiónir.

 

Kensluligar reaktiónir

Kensluligu reaktiónirnar eru ofta skuldarkensla, ótti í eini støðu, ið líkist tilburðinum, afturvendandi endurupplivingar av tilburðinum, marra, hugtyngd, máttloysi, grátur, kenslulig burturtøka, erkvisni/viðbrekni (irritabilitet) og vreiðisherðindi.

 
Hugsanar- og uppmerksemis reaktiónir

Hugsanar-og uppmerksemisligu reaktiónirnar eru ofta verri hugsavning og uppmerksemi, veikari minni, verri evni at meta um frástøðu, verri evni at meta um tíð, og ein kensla av óveruleika.

 

Likamligar reaktiónir

Likamligu reaktiónirnar kunnu vera at vera illa fyri, hava magaórógv, vilja spýggja, vera risthentur, hava trupult við at samskipa sína rørslur, hava lyndi til at sveitta, hava kuldakenslu, hjartabankan, vera svimbul, svíma, hava svøvntrupuleikar og merkja meiri møði enn vanligt.

Reaktiónirnar kunnu eisini vísa seg sum viknað fakligt sjálvsálit og verri evni til at loysa ósemjur.

Starvsfólkið kann óttast at fara inn í støður, ið minna um tann skelkandi tilburðin.

Reaktiónirnar vikna ofta eftir eina til tvær vikur. Summi starvsfólk kunnu tó enduruppliva reaktiónina í støðum, ið minna um tilburðin.

Reaktiónin kann gerast kronisk. Tá kann talan vera um eina posttraumatiska tyngdarreaktión.

 

Hví koma harðskapur og hóttanir mótvegis starvsfólki fyri?

Harðskapur stendst ofta av kenslum sum ótta, ørkymlan og frustratión, máttloysiskenslu, vantandi nøktan av grundleggjandi tørvi ella av vánaligum og/ella óempatiskum samskifti. Aðrar orsakir til harðskap kunnu vera hevnd, rúsur/abstinensir, áhugamálsstríð og tað, at mørkini ikki eru nóg týðilig.

 

Tær størstu vandastøðurnar fyri starvsfólk eru:

  • Arbeiði við einum triðja parti so sum brúkarum, klientum, sjúklingum, fangum, avvarðandi, kundum og næmingum.
  • Kvøld- og náttararbeiði.
  • At arbeiða einsamallur. 
  • Arbeiði við virðislutum og peningi.
  • Nýggj starvsfólk eru í størri vanda fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum enn roynd starvsfólk.

 

Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið kunnu elva til harðskap og hóttanir

Tann hátturin, sum arbeiðið er fyriskipað á og lagt til rættis, hevur ávirkan á, hvussu stórur vandin fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum er.

 

Arbeiðstreytir og viðurskifti, ið kunnu elva til harðskap og hóttanir eru:

  • Tíðarpress, høg arbeiðsferð og yvirtíð.
  • Krav um at taka skjótar og truplar avgerðir.
  • At arbeiðið krevur førleikar og kunnleika, sum starvsfólkið ikki hevur.
  • Stríð ímillum ymiskar partar, ið stendst av, at arbeiðsuppgávur verða latnar starvsfólki, ið ikki hevur førleikarnar ella tilfarið til júst ta uppgávuna, ella at arbeiðið verður avrikað á øðrvísi hátt enn onnur starvsfólk halda, at tað átti at verið avrikað.
  • Arbeiði, har ið tað er torført at siga nakað um framtíðina, við teirri avleiðing at óvissa, ótti og ótryggleiki eru á arbeiðsplássinum. 
  • Arbeiðs- og tíðartrýst kann hava við sær, at fyriskipað tiltøk í mun til harðskap og hóttanir ikki verða framd.
  • Skrivligar mannagongdir, nóg stór manning/normering, meðvirkni og upplæring hava víst seg at hava týdning fyri fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

Stórur samanhangur er millum harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum og sálarsosiala arbeiðsumhvørvið. Hesin samanhangurin gongur báðar vegir, soleiðis at harðskapur hevur eina neiliga ávirkan á virksemið á arbeiðsplássinum, heilsuna og trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum, meðan veikleikar ella manglar í sálarsosiala arbeiðsumhvørvinum kunnu leiða til fleiri tilburðir av harðskapi og hóttanum.

Trivnaður og strongd millum starvsfólkini hava stóran týdning í gerandisliga samskiftinum við borgararnar. Mistrivnaður og nógv strongd kann minka um innlivingareginleikar og empati í samskiftinum millum starvsfólk og borgarar, og kann hetta økja um vandan fyri harðskapi og hóttanum.

Harðskapur og hóttanir eru ikki trupulleikin hjá einstaka starvsfólkinum, men eru ein arbeiðsumhvørvistrupulleiki. Umráðandi er at skapa eina mentan á arbeiðsplássinum, har ið fyribyrging verður raðfest.