Kynsligar atgerðir á arbeiðsplássinum

Kynsligar atgerðir á arbeiðsplássinum eru eitt serligt slag av happing, har ið ágangandi gerðirnar eru av kynsligum slag. Hetta slag av happing umfatar allar óynsktar gerðir av kynsligum slag ella aðrari kynsbundnari atferð, sum særir og ger seg inn á virðingina av konu- ella mannfólki á arbeiðsplássinum.

Tað kann vera torført at seta eitt mark fyri, hvørjar gerðir kunnu verða góðtiknar, og hvørjar ikki eru í lagi. Arbeiðspláss hava ymiskar mentanir, og mentanin ger ofta av, hvat ið verður góðtikið, og hvat ið ikki verður. Tó er meginreglan tann, at ein kynslig atgerð er kynsligur ágangur, um atgerðin er óynskt av tí persóninum, ið hon verður framd móti.

 Dømi um ágangandi atgerðir av kynsligum slagi eru:

  • Óynskt at verða nortin við t.d. mussaður, nomin á bróst ella gin, at verða klappaður á afturpartin og nomin við á lendar ella rygg.
  • Óynskt munnlig eggjan til kynsligt samband
  • Fúlar skemtisøgur
  • Kynsliga merktur telefonágangur
  • Óviðkomandi fyrispurningar um kynslig evni o.l.
  • Aðrar atgerðir sum t.d. at vísa pornografiskar myndir ella filmar.

 

Hvat kann eg gera, um eg havi verið fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

  • Skriva niður um tað, ið er farið fram. Royn at skilja sundur tað, ið fór fram, og hvussu tú sjálvur upplivdi støðuna. Hetta ger tað lættari at síggja støðuna uttanífrá, samstundis sum tað kann vísa møguligt mynstur í hendingagongdini.
  • Set teg í samband við trygdarumboð/álitisfólk ella leiðara og greið frá støðuni.
  • Ger tær tankar um, hvussu tú heldur, at trupulleikin kann verða loystur.
  • Tosa um trupulleikarnar við ein, tú hevur álit á.

 

Hvat kanst tú gera, um tú upplivir, at onkur annar er fyri kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum?

  • Vís týðiliga, at tú tekur frástøðu frá atgerðunum.
  • Boða frá til leiðslu ella annað trygdarumboð.
  • Ansa eftir, at tú sjálvur ikki gerst partur av atgerðunum.
  • Tak tær tíð til at tosa við og lurta eftir tí, ið hevur verið úti fyri kynsligum ónáðum.

 

Boða frá

Viðmælt verður, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða kynsligum ágangi á arbeiðsplássinum. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt við jøvnum millumbilum, hvørji hesi fólkini eru.

Fráboðanir um kynsligan ágang skulu verða tiknar í álvara. Tá ið kynsligu atgerðirnar umfata ein leiðara, kann verða neyðugt at fáa fólk útifrá til at hjálpa við at loysa trupulleikan.