Ágangur í heilsu- og umsorganartænastuni

Kynsligur ágangur í heilsu- og umsorganartænastuni er ágangur, ið tey starvsfólk, ið starvast innan hesa vinnugrein, uppliva ella eru í vanda fyri at uppliva. Hetta slag av ágangi verður framt av tí borgara, ið starvsfólkið  hevur sum arbeiði at taka sær av.

Kynsligur ágangur í heilsu- og umsorganartænastuni er eitt viðkvæmt evni, tí tey, ið fremja ágangi eru borgarar, ið búgva á ellis- ella røktarheimi, í sambýli, bústaði, eru innløgd á sjúkrahús í styttri ella longri tíðarskeið ella búgva heima og fáa heimarøkt. Hesir borgarar eru í eini serstakari støðu orsakað av niðursettum førleikum av onkrum slag og hava stóran tørv á hjálp ella stuðli frá heilsu- og røktarstarvsfólki.

Ágangurin kann vera víðfevnandi og kann vera tilætlaður ella ótilætlaður. Ágangurin kann innibera t.d. ósømiligar viðmerkingar, at borgarin roynir eftir starvsfólkinum, óhóskandi nemur við ella tekur í starvsfólkið, gongur nakin, fremur kynsliga sjálvsnøktan frammanfyri starvsfólki, ella annan atburður, ið fer yvir um mark hjá starvsfólkinum.

 

Sjálvábreiðsla

Starvsfólk, ið hava verið úti fyri ágangi frá einum borgara, geva ofta sær sjálvum skyldina fyri t.d. ikki at hava verið greið og sagt frá ella fyri at tey ikki kundu fyribyrgja áganginum.

Sjálvábreiðsla, manglandi viðurkenning frá starvsfelagum umframt ynskið um at verja borgaran kann vera orsøk til, at starvsfólk ikki gera vart við tað, tá tey hava upplivað ágang.

 

Avleiðingar av ágangi

Granskingarúrslit benda á, at ágangur av hesum slag kann hava keðiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsuna hjá starvsfólki. Starvsfólkini merkja ofta ótryggleika, ótta, irritatión, eyðmýking, mannminkan, verri starvsnøgdsemi, og at tey eru ovbyrjað og ikki longur megna at røkta starvið nóg væl.

Um einki verður gjørt fyri at hjálpa og stuðla starvsfólkunum, kann tað enda við langtíðarsjúkrafráveru orsakað av strongd, tunglyndi ella post traumatiskari strongd (PTSD).  

Ein donsk kanning frá 2016 vísti, at starvsfólk, ið uppliva kynsligan ágang frá sjúklingum, viðskiftafólki ella borgarum, hava fleiri depressiv eyðkenni enn starvsfólk, ið ikki uppliva kynsligan ágang.

 

Ábyrgd arbeiðsgevarans

Í løgtingslógini (Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi) um arbeiðsumhvørvi stendur, at arbeiðsgevarin skal síggja til, at arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkja, eru góð, og at arbeiðið eigur at skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

Tað er sostatt arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgdina av at trygdin er í lagi og at starvsfólk ikki fáa likamligan ella sálarligan løst orsakað av umstøðum ella viðurskiftum til arbeiðis. 

Starvsfólk í heilsu-og umsorganartænastuni eru oftari úti fyri ágangi enn starvsfólk í øðrum vinnum, tí at tey í starvinum koma bæði likamliga og sálarliga tætt uppá einstaka borgaran. Tiltøk eiga tí at setast í verk fyri, hvussu minkast kann um ágangin, og hvussu farið verður fram, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri ágangi.

 

Farið til verka

Tað fyrsta stigið á vegnum til eitt trygt og heilsugott arbeiðspláss er opinleiki. Um eingin tosar opið um trupulleikan, er lætt at undirmeta, hvuss stórur trupulleikin veruliga er. Hóast tað kann vera torført at tosa um eitt viðkvæmt evni sum ágangur er, so er tað umráðandi, at tosa um evnið. Tað kann tí vera neyðugt at gera eyka burturúr fyri at bróta tøgnina.

Niðanfyri er ein leinkja til eina danska vegleiðing um, hvussu trupulleikin við ágangi kann loysast. Vegleiðingin inniheldur eisini ymsar venjingar, m.a. fyri at skapa opinleika.

Vegleiðing um handfaran av kynsligum ágangi

 

Onnur góð ráð

  • setið orð á trupulleikan
  • vísið virðing og stuðli starvsfelagum, ið hava upplivað ágang
  • gerið greiðar mannagongdir fyri fráboðan um ágang
  • setið fyribyrgjandi tiltøk í verk
  • gerið eina mannagongd fyri handfaran av málum um ágang
  • gerið eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hevur upplivað ágang. Defusing og debriefing eiga at verða partar av hesum
  • gerið ein tema-dag um seksualitet hjá borgarum við skerdum førleikum