Happing - kunning til leiðslu

Fyribyrging av happing

Arbeiðsgevari og leiðsla hava ein avgerandi leiklut í fyribyrging av happing á arbeiðsplássinum. Hóast happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum, er hetta eingin trygd fyri, at happing ikki kann koma fyri í framtíðini. Happing kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann, ið verður happaður. Arbeiðshugurin minkar og minni kemur burturúr arbeiðinum. Happing kann eisini leiða til óarbeiðsføri ella sjúkrafráveru. Tí loysir tað seg at arbeiða fyribyrgjandi.

 

Arbeiðsgevari ella leiðsla kunnu m.a. seta hesi átøkini í verk til tess at fyribyrgja happing:

  • Seta týðilig mørk fyri, hvør atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum
  • Áseta eina týðiliga null-toleransu fyri happing
  • Skipa fyri fyrilestri um happing
  • Arbeiða miðvíst við heilsu, umhvørvi og trygd
  • Gera ein happingarpolitikk
  • Syrgja fyri, at eitt forum er, har ið arbeiðsumhvørvið kann verða umrøtt
  • Steðga neiligari umtalu av starvsfólki og leiðarum, og heldur tosa um trupulleikan beinleiðis við tann persónin, tað snýr seg um
  • Halda kjak og orðaskifti á einum fakligum støði og ikki góðtaka spottan ella persónlig álop 
  • Syrgja fyri at fastar mannagongdir eru fyri uppfylging av sjúkrameldaðum starvsfólki
  • Førleikamenning av leiðarum, soleiðis at leiðarar eru betri førir fyri at handfara truplar støður og samrøður
  • Skapa fastar mannagongdir, sum tryggja, at kunning kemur út til øll
  • Skapa fastar mannagongdir fyri, hvussu ósemjur skulu handfarast
  • Læra leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk ósemjuhandfaring
  • Hava virðing fyri tagnarskyldu viðvíkjandi persónligum viðurskiftum

 

Fráboðan um happing

Mælt verður til, at arbeiðspláss hava eina fasta mannagongd fyri, hvussu starvsfólk fráboða happing. Ávís fólk kunnu verða tilnevnd sum kontaktpersónar t.d. trygdarumboð/álitisfólk í sambandi við happing ella kynsligar ónáðir. Øllum starvsfólki skal gerast greitt við jøvnum millumbilum, hvørji hesi fólkini eru.

Fráboðanir um happing skulu verða tiknar í álvara. Neyðugt kann verða at fáa fólk útifrá, tá ið happingin umfatar ein leiðara.