Broytingar á arbeiðsplássinum

Broytingar á arbeiðsplássinum kunnu seta í gongd eina jaliga menning bæði fyri starvsfólk og arbeiðsplássið, men verða tær ikki handfarnar rætt, kunnu tær hava keðiligar avleiðingar fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Broytingar kunnu fevna um tillagingar, samanlegging, flyting, uppsøgn, starvssetan, endurskipan av virksemi, nýggja tøkni, nýggjar skipanir osfr.

Verða broytingarnar framdar skynsamt, rætt og við góðum samskifti millum leiðslu og starvsfólk, kann góða sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum verða varðveitt gjøgnum broytingartilgongdina og eisini gerast enn betri enn áður.

Niðanfyri kanst tú lesa 21 góð ráð um, hvussu tað góða sálarliga arbeiðsumhvørvið kann verða varðveitt ígjøgnum eina broytingartilgongd.

Sí eisini vegleiðingina um handfaran av broytingum á arbeiðsplássinum.

 

21 góð ráð

  1. Leiðslan eigur at kunna starvsfólk um endamálið við broytingunum, um tørvin á broyting, um hvussu broytingarnar skulu fremjast, hvør tíðarætlanin er, hvørjir ágóðar ella fyrimunir broytingarnar fara at hava fyri arbeiðsplássið og starvsfólkið, umframt hvussu samskiftið um broytingarnar fer at fara fram.
  2. Starvsfólk eiga at verða kunnað so tíðliga sum til ber í gongdini og eiga at fáa møguleika til at greiða frá sínum áskoðanum, hugskotum og uppskotum.
  3. Gevið gætur, at tá ið leiðslan kunnar um ætlaðu broytingarnar á arbeiðsplássinum, hevur leiðslan helst arbeitt við broytingunum í eina tíð, meðan hetta er nýggj kunning fyri starvsfólkið.
  4. Kunningin frá leiðsluni eigur at vera gjøllig og leggja dent á tann týdningin, ið broytingin hevur fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.
  5. Leiðslan eigur at syrgja fyri, at nokk av tíð og orku verður sett av til at tosa við starvsfólkini um broytingarnar og eigur at lurta væl eftir hugskotum, uppskotum og spurningum í sambandi við broytingarnar og geva leypandi afturboðan.
  6. Greiðar mannagongdir eiga at vera fyri, hvussu spurningar, ivamál og ótryggleiki hjá starvsfólki verða handfarin.
  7. Leiðslan eigur at gera starvsfólkunum greitt, hvønn tey eiga at venda sær til við spurningum, ørkymlan og hugskotum til broytingarnar.
  8. Gevið gætur, at millumleiðarar, starvsfólk og starvsfólkabólkar kunnu hava ymiskan tørv, tá ið broytingar fara fram, hetta kann vera í mun til samskifti, inndragan og stuðul, og at tørvurin kann taka seg upp ymiskar tíðir í gongdini.
  9. Leiðslan eigur at gera sær greitt frammanundan, hvørjir møguleikar og vandar í sambandi við sálarliga arbeiðsumhvørvi kunnu standast undir broytingartilgongdini.
  10. Leiðslan eigur at gera eina raðfestingarætlan yvir neyðug átøk til at menna tað jaliga og fyribyrgja møguligum vandum.
  11. Trygdarskipanin eigur at vera samstarvspartur í øllum viðurskiftum, ið snúgva seg um arbeiðsumhvørvi.
  12. Leiðslan eigur at gera sær greitt, hvat ið skal til fyri at brynja starvsfólkið til broytingarnar og eggja til prát um, hvussu øll á arbeiðsplássinum kunnu brúka hvønn annan og styrkirnar hjá hvørjum øðrum. Verið uppbyggjandi og stuðlið hvørjum øðrum.
  13. Leiðslan eigur at gera sær greitt, um arbeiðsplássið og trygdarskipanin hava tær neyðugu førleikarnar og vitanina, sum krevst til at kunna leggja ætlanir um, fremja og grundfesta broytingar, t.d. í mun til nýggj krøv í arbeiðinum og nýtt samstarv. Skipið fyri førleikamenning, so hvørt sum tørvur er á tí.
  14. Prátið um, hvat kann gerast fyri at betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið í sambandi við broytingina. Gáið eftir, um tørvur er á uttanhýsis hjálp.
  15. Starvsfólk og starvsfólkabólkar eiga at verða tikin við upp á ráð tíðliga í broytingartilgongdini. Hetta er ein partur av teimum viðurskiftunum, sum skapa eina ognarkenslu og eitt gott grundarlag fyri einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
  16. Gerið í samstarvi við viðkomandi partar eina leypandi uppfylging av broytingini og broytingartilgongdini og gerið at enda eina eftirmeting. Við at uppfylgja og eftirmeta verða møguleikar latnir upp fyri at tillaga tilgongdina og fremja lærdóm í mun til komandi broytingar.
  17. Tær væntanir, ið starvsfólk hava um at verða tikin við upp á ráð, eiga at verða stemmaðar av við byrjan og so leypandi. Tað er umráðandi at starvsfólk vita, hvat ið tey kunnu hava ávirkan á.
  18. Leiðslan eigur at leggja dent á at vísa virðing fyri kenslunum hjá starvsfólki.
  19. Arbeiðsplássið eigur at seta sær sum mál, at gott sálarligt arbeiðsumhvørvi gerst ein natúrligur partur av arbeiðinum framyvir.
  20. Tosið leypandi um broytingartilgongdina til tess at skapa yvirlit yvir tí, ið fer fram. Veitið kunning eisini tá ið einki nýtt er at fortelja. Hetta kann hjálpa til við at sleppa undan ósannindum og leysatíðindum.
  21. Leiðslan eigur at samskifta við starvsfólk um møguligan tørv á nýggjum førleikum og hvussu farið verður fram fyri at tryggja, at einstaka starvsfólkið hevur neyðugu førleikarnar at røkja arbeiðið, eftir at broytingarnar eru framdar.