Góð ráð til arbeiðsgevarar

Sambært arbeiðsumhvørvislóggávu hevur tú sum arbeiðsgevari høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann verða útint trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygdina ella heilsuna hjá starvsfólkunum.

Á arbeiðsplássum, har ið vandi er fyri, at starvsfólk kunnu verða úti fyri harðskapi ella hóttanum, eigur arbeiðsgevarin at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørjir teir møguligu vandarnir eru og síðani leggja eina ætlan um fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

Eitt skipað heilsu-, umhvørvis- og trygdararbeiði er vegurin fram til fyribyrging av harðskapi og hóttanum.

 

Tað snýr seg um at:

  • Útgreina vandarnar
  • Gera eina váðameting
  • Gera ætlanir um og raðfesta tiltøk
  • Seta í verk tiltøk
  • Eftirmeta

Útgreining av aktuellu støðuni viðvíkjandi harðskapi og hóttanum

Byrja við at fáa greiðu á, hvussu støðan á arbeiðsplássinum er í dag. Hvørjir eru trupulleikarnir, og hvussu kunnu teir verða loystir? Ráðiligt er at spyrja starvsfólkini um, hvussu tey uppliva arbeiðsumhvørvið. Hetta kann gerast við arbeiðsumhvørviskanningum, starvsfólkafundum og við at práta við starvsfólkini. Tað er gott, at starvsfólk eru við í gongdini og tosa opið um tingini.

 

Váðameting   

Við støði í útgreiningini skal ein meting gerast um, hvussu stórur vandin fyri at verða fyri harðskapi ella hóttanum er, umframt hvørjar tær møguligu fylgjurnar eru.

 

Tríggir einfaldir spurningar eru kjarnin í váðametingini:

  1. Hvat kann enda galið?
  2. Hvat kunnu vit gera fyri at forða hesum?
  3. Hvat kunnu vit gera fyri at minka um fylgjurnar?
     

Út frá hesum eigur ein arbeiðsætlan at verða gjørd, soleiðis at ítøkiligar broytingar verða framdar til tess at gera arbeiðsplássið tryggari. Arbeiðsætlanin má innihalda tíðarfreistir og staðfesta, hvør ið hevur ábyrgdina av at ítøkiligu tiltøkini verða framd. Arbeiðsætlanin inniber ætlanir og tiltøk fyri, hvussu vandarnir verða minkaðir.

 

Arbeiðsætlanin eigur at umfata:

  • Fyribyrging
  • Handfaran av støðuni
  • Uppfylging
  • Skráseting av tilburðum
  • Upplæring
  • Krepputilbúgving


Upplæring og kunning

Góð og gjøgnumførd upplæring ger arbeiðsdagin tryggari fyri starvsfólkini. Øll starvsfólk eiga at kenna og duga tær galdandi mannagongdirnar fyri at kunna verða við til at fyribyrgja harðskap á arbeiðsplássinum. Hetta umfatar m.a., hvussu starvsfólk bera seg at mótvegis hóttandi persónum, kunnleika til ávaringarmannagongdir og líknandi. Í summum førum kann verða neyðugt við upplæring í sjálvverju.

 

Hølisviðurskifti og innrætting

Við nýbygging eigur vandin fyri harðskapi at verða tikin við, longu tá ið ætlanirnar um at byggja verða gjørdar.

Serliga rýmingarvegir hava stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki. Rýmingarvegir forða fyri, at starvsfólk kunnu verða afturhildin.

Atgongd til knívar ella annan reiðskap/lutir, ið kunnu nýtast sum vápn, eigur at verða avmarkað.

 

Trygdarmannagongdir

Fyribyrgjandi rutinur og mannagongdir kunnu forða fyri ella tálma harðskap og hóttanir. Tað er serliga umráðandi, at starvsfólkið hevur ein starvsfelaga hjá sær í støðum, har ið ein kann vænta, at ein vandi er fyri harðskapi.

Mannagongdirnar eiga at vera øllum starvsfólkum kunnigar og eiga altíð at vera dagførdar.

Allir harðskapstilburðir og allar hóttanir eiga at verða skrásett og fylgd upp av arbeiðsgevaranum.

 

Vakmyndaeftirlit og ávaringarskipanir

Álopsalarmar, innanhýsistelefonir, hurðavakt og vakmyndatól kunnu vera við til at økja um trygdina.

Treytin er tó, at starvsfólk kenna til mannagongdina, tá ið ein alarmur fer frá.

Útgerð eigur at verða royndarkoyrd við jøvnum millumbilum.

 

Tá ið óhappið er hent:

Hóast fyribyrgjandi átøk og mannagongdir, so inniber arbeiði við menniskjum ofta ein vanda fyri, at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi, hóttanum ella øðrum ágangi. Í hesum sambandi er tó umráðandi, at hond verður tikin um starvsfólkið eftir eitt tílíkt arbeiðsóhapp til tess at tálma møguligum sálarligum løstum.

Ein sálarlig reaktión er vanlig, tá ið starvsfólk hava verið fyri harðskapi ella hóttanum. Reaktiónin kemur tó ikki altíð beinanvegin.

Fyri at fyribyrgja at starvsfólk fáa varandi mein, er umráðandi, at tann, ið var úti fyri harðskapi ella hóttanunum, skjótast gjørligt sleppur framat at tosa við onkran. Bæði leiðarar, starvsfelagar, familja og vinir kunnu hava stóran týdning í eini tílíkari støðu.

Mælt verður til, at arbeiðsplássið hevur eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk hava upplivað harðskap ella hóttanir. Defusing (lutvíst skipað prát um tilburðin beint eftir tilburðin av teimum, sum vóru partar av hendingini) og debriefing (skipað bólkasamrøða leidd av einum, sum er lærdur upp í hesum) eiga at verða partar av hesum.

Harðskapsmál og hóttanir skulu verða fráboðað Arbeiðseftirlitinum sum arbeiðsóhapp. Sí fráboðanarskjal

Sum útgangsstøði eiga tílík mál eisini at verða fráboðað løgregluni.

Tillagan av arbeiðsuppgávum kann verða neyðug nakrar dagar eftir ein tilburð.

 

Uppfylging

Beint eftir at harðskapur er farin fram, skal arbeiðsgevarin tryggja, at tað harðskapsrakta starvsfólkið ikki er einsamalt. Sálarlig fyrstahjálp skal verða givin. Hetta kann innibera:

  • Ró rundan um tann harðskapsrakta
  • Góðtakan av øllum kenslum
  • Vís umsorgan og nærveru
  • Nøkta tørvin hjá tí harðskapsrakta
  • Lurta – spyr inn til støðuna


 lat vera við at:

  • Sjálvur at tosa og stýra samrøðuni
  • Fortelja um egnar upplivingar
  • Lítilsgera
  • Greina og greiða frá
  • Lata tann harðskapsrakta vera einsamallan
  • Kritisera ella geva tí harðskapsrakta skylduna