Góð ráð til starvsfólk

Sambært arbeiðsumhvørvislógini hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av, at arbeiðið kann verða útint trygdar- og heilsuliga ráðiligt. Hetta merkir, at likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hvørki yvir styttri ella longri tíðarskeið skal skerja trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum. 

Arbeiðsumhvørvislógin krevur tó eisini, at arbeiðsfólkið virkar fyri, at arbeiðsviðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru fult forsvarlig, og at arbeiðsfólk luttaka í samstarvi um trygd og heilsu. 

Viðmælt verður, at arbeiðsgevarin hevur nágreiniligar mannagongdir fyri fyribyrging og uppfylging av harðskapi og hóttanum, og at øll starvsfólk fylgja hesum mannagongdum.

 

Góð ráð

Niðanfyri kanst tú lesa góð ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú kemur í eina keðiliga støðu, har ið vandi er fyri harðskapi. Hevur títt arbeiðspláss eina mannaagongd, eigur tú at fylgja henni.

 

Í eini harðskapsstøðu

Fylg rutinum og mannagongdum, um tú kemur í eina harðskapsstøðu.

 

Les persónin av

Met um støðuna við at lesa mótpartin av. Bæði verbal og non-verbal tekin.

Legg merki til um:

  • Viðkomandi tykist at vera rúsaður
  • Viðkomandi tykist at vera sera strongdur
  • Viðkomandi (um tú kennir hann) hevur annað kropsmál enn vanligt
  • Viðkomandi reagerar ógvusliga, tá ið krøv verða stillað honum

 

Góð ráð um hvussu tú bert teg at, um onkur er hóttandi mótvegis tær:

  • Ver róligur
  • Lurta og eygleið
  • Greið týðiliga frá, hvat ið ber til, og hvat, ið ikki ber til
  • Tosa greitt og við einføldum orðum/setningum
  • Ver hjálpsamur
  • Ver ikki dominerandi ella undirgevandi
  • Halt hóskandi frástøðu
  • Gev tær góða tíð og leyp ikki framav
     

Góð ráð um málburð, ið kann linka konfliktina:

  • Nýt “eg”-setningar
  • Ver róligur á máli
  • Lurta heldur enn at práta
  • Tosa konkret
  • Fokusera upp á nútíð og framtíð
  • Fokusera upp á endamálið, ikki persónin
     

Tá ið óhappið er hent

Hóast fyribyrgjandi átøk og mannagongdir, so inniber arbeiði við menniskjum ofta ein vanda fyri, at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi, hóttanum ella øðrum ágangi. Í hesum sambandi er umráðandi, at hond verður tikin um starvsfólkið eftir eitt tílíkt arbeiðsóhapp til tess at tálma møguligum sálarligum løstum.

Ein sálarlig reaktión er vanlig, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri harðskapi ella hóttanum. Reaktiónin kemur tó ikki altíð beinanvegin.

Fyri at fyribyrgja at starvsfólk fáa varandi mein, er umráðandi, at tann, ið var fyri harðskapi ella hóttanunum, skjótast gjørligt sleppur at tosa við onkran. Bæði leiðarar, starvsfelagar, familja og vinir kunnu hava stóran týdning í eini tílíkari støðu.

Mælt verður til at arbeiðsplássið hevur fastan framferðarhátt, tá ið starvsfólk hevur verið fyri harðskapi ella hóttan. Defusing og debriefing eiga at verða partar av hesum framferðarháttinum.

Harðskapsmál og hóttanir skulu fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum arbeiðsóhapp (nýtt link til nýggja heimasíðu). Sum útgangsstøði eiga tílík mál eisini at verða fráboðað løgregluni.

Tillagan av arbeiðsuppgávum kann verða neyðug dagarnar eftir tilburðin.

 

Uppfylging - sálarlig fyrstahjálp

Beint eftir at harðskapurin er farin fram, skal arbeiðsgevarin tryggja, at harðskapsrakta starvsfólkið ikki er einsamalt. Sálarlig fyrstahjálp skal verða givin. Hetta kann innibera:

  • Ró rundan um tann harðskapsrakta
  • Góðtakan av øllum kenslum
  • At vísa umsorgan og nærveru
  • At nøkta tørvin hjá tí harðskapsrakta
  • At lurta – spyr inn til støðuna
     

Lat vera við at:

  • Sjálvur at tosa og stýra samrøðuna
  • Fortelja um egnar upplivingar
  • Lítilsgera
  • Analysera og forklára
  • Lata tann harðskapsrakta vera einsamallan
  • Kritisera ella geva tí harðskapsrakta skylduna