Keðiligar hendingar

Størsti parturin av føroysku børnum og ungum undir 18 ár sum arbeiða, arbeiða í handli, á matstovum og gistingarhúsum.

Børn og ung, ið sita við kassan í handlum eru í serligum vanda fyri at fáa skeld, háðað, hótt og uppliva kynsligar ónáðir frá viðskiftafólki. Ein donsk kanning frá Team Arbejdsliv (2018) vísti, at 2 út av 3 ungum undir 18 ár høvdu upplivað viðskiftafólk høvdu verið keðilig móti sær.

Tílíkar keðiligar hendingar kunnu hava stórar neiligar fylgjur fyri ungu starvsfólkini. Tað hevur tí stóran týdning at henda arbeiðsumhvørvisliga avbjóðingin verður tikin í álvara og at arbeitt verður við at fyribyrgja keðiligum hendingum.

Arbeiðsgevarar hava lógarkravda skyldu at leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at vandin fyri at børn og ung eru fyri keðiligum hendingum er so lítil sum gjørligt.

Ung starvsfólk, serliga ungar gentur og ungar kvinnur, uppliva í størri mun enn eldri starvsfólk at viðskiftafólk eru kynsliga ágangandi. Kynsligi ágangurin kann t.d. innibera óynskta neming, óynsktar munnligar áeggjanir til kynsliga samveru ella ósømiligar skemtisøgur og viðmerkingar.

Børn og ung, sum í arbeiðinum hava beinleiðis samband við viðskiftafólk, uppliva eisini javnan ónøgd og/ella ill viðskiftafólk sum hava eina atferð, ið fer yvir um mark.

Neiligar avleiðingar

Keðiligar upplivingar so sum ill viðskiftafólk ella kynsligur ágangur frá viðskiftafólki kunnu hava neiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsu, trivnað, starvsnøgdsemi og framleidni hjá unga starvsfólkinum. Kynsligur ágangur og aðrar keðiligar upplivingar eru tískil arbeiðsumhvørvisligar avbjóðingar, ið mugu greinast, fyribyrgjast og handfarast.

Fyribyrging og handfaring av keðiligum upplivingum til arbeiðis

Arbeiðsumhvørvislógin áleggur arbeiðsgevarum ábyrgdina at tryggja, at arbeiðsumhvørvið hjá ungum starvsfólkum er bæði likamliga og sálarliga trygt og heilsugott. Hetta kann gerast við at seta fyriskipanir í verk, sum hava sum endamál at fyribyrgja keðiligum upplivingum og við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri at avmarka neiligu avleiðingarnar, ið keðiligar upplivingar kunnu hava fyri unga starvsfólkið.

Starvsfólkapolitikkur um fyribyrging og handfaring av keðiligum hendingum

Fyribyrging og handfaring av keðiligum hendingum á arbeiðsplássinum er treytað av at arbeiðsgevari, leiðsla og øll starvsfólk eru virkin, samstarva og fylgja sama leisti. Um arbeiðsplássið hevur ein starvsfólkapolitikk, verður viðmælt at starvsfólkapolitikkurin eisini umfatar keðiligar hendingar, sum henda í sambandinum millum starvsfólk og viðskiftafólk.

Endamálið við at hava keðiligar hendingar við í starvsfólkapolitikkinum er at seta orð á og lýsa evnið keðiligar hendingar, vísa á, hvønn hugburð arbeiðsplássið hevur til keðiligar hendingar og hvussu keðiligar upplivingar skulu fyribyrgjast og handfarast. Øll starvsfólk eiga at kenna og hava atgongd til starvsfólkapolitikkin. Starvsfólkapolitikkurin er við til at skapa rammurnar fyri arbeiðinum at fyribyrgja og handfara hesa arbeiðsumhvørvisligu avbjóðing við at skapa tryggleika, framhald og samanhang í fyribyrgjandi arbeiðinum.

Fylgjandi spurningar kunnu hjálpa arbeiðsplássinum at lýsa evnið nágreiniliga:

  • Hvønn hugburð hava vit á arbeiðsplássinum til hendingar, har kundar fara yvir um mørk hjá ungu starvsfólkum okkara?
  • Hvat er ein keðilig hending/uppliving?
  • Nær fer tað yvir um mark?
  • Hvat er at fara yvir um mark?
  • Hvat er kynsligur ágangur frá viðskiftafólki?
  • Hvussu kunnu vit á arbeiðsplássinum fyribyrgja at viðskiftafólk fremja ágang ella fara yvir um mark?
  • Hvat gera vit, tá ið eitt viðskiftafólk hevur framt ágang ella er farið yvir um mark móti einum ungum starvsfólki hjá okkum? (Tilbúgvingarætlan)

Øll starvsfólk eiga at kenna og hava atgongd til starvsfólkapolitikkin.

 Skráseting av hendingum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til at arbeiðspláss skráseta allar keðiligar hendingar. Endamálið við hesum er at fáa eina mynd av, hvussu stórur trupulleikin er.

Skrásetingin kann at umfata fylgjandi:

  • Dagfesting
  • Navn á starvsfólki, ið var fyri hendingini
  • Klokkutíð
  • Dagfesting fyri starvssetan
  • Hvar á arbeiðsplássinum hendi tað
  • Hvat hendi
  • Navn á viðskiftafólki
  • Var starvsfólkið einsamalt
  • Var nøkur tilbúgving sett í verk
  • Hvussu riggaði tilbúgvingin
  • Skal hendingin fráboðast til løgregluna ella til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Starvsfólkið, ið var fyri hendingini eigur saman við leiðara ella trygdarumboði at svara spurningunum.

Fráboðan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Gevið gætur, at persónskaði, ið er hendur av arbeiði í tænastu fyri ein arbeiðsgevara, um so er, at vanlukkan/óhappið hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin, skal fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum skjótast og innan 9 dagar eru farnir. Fráboðast kann talgilt á arb.fo.

Greining av hendingum

Við at skráseta og síðani greina hendingar ber til at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu ofta keðiligar hendingar koma fyri og undir hvørjum viðurskiftum tær koma fyri. Greiningin kann geva ábendingar um, um tað eru serligar arbeiðsgongdir, økir, starvsfólk, viðskiftafólk, tíðarbil í døgninum ella annað, ið er afturvendandi í hendingunum.

Greiningin kann eisini umfata eina eftirmeting av, hvussu starvsfólk bóru seg at áðrenn, ímeðan og eftir at tilburðurin fór fram. Jú fleiri viðurskifti rundan um tilburðin verða skrásett, jú lættari er tað at finna felagsnevnarar og fyribyrgja fyri at ein líknandi støða endurtekur seg.

Greining av hendingum inniber eina gjøgnumgongd av tí, ið fór fram við at svara ávísum spurningum tengd at tilburðinum.

Greiningin kann t.d. innibera fylgjandi spurningar

  • Tal á tilburðum seinastu vikuna/mánaðin/kvartal?
  • Tal á kynsligum ágangi?
  • Tal á illum/østum viðskiftafólki, ið eru farin um mark?
  • Klokkutíð, tá ið hendingin fór fram?
  • Eru nøkur felags eyðkenni við viðskiftafólkunum í hendingunum?
  • Eru nøkur felags eyðkenni við starvsfólkunum, ið hava verið fyri keðiligum hendingum?
  • Er nakað mynstur at síggja í hendingunum?
  • Hvat kunnu vit læra av hendingunum?
  • Hvat gjørdu vit rætt?
  • Hvat kundu vit gjørt øðrvísi?
  • Hvat kunnu vit gera fyri at fyribyrgja líknandi hendingum?
  • Hvat kunnu vit gera fyri at minka um neiligu avleiðingarnar av hendingini?

Fyribyrgingarætlan

Arbeiðið at fyribyrgja fyri at ung starvsfólk hava keðiligar upplivingar á arbeiðsplássinum eigur at taka støði í tí, sum niðurstøðan av greiningini vísir. Tá ið staðfest er, nær, hvar, hvør, hví og hvussu keðiligu hendingarnar fara fram, ber til at seta ítøkilig fyribyrgjandi fyriskipanir í verk.

Fyribyrgjandi fyriskipanir kunnu t.d. vera:

  • at seta eyka fólk inn ávís tíðarskeið
  •  at vaksin fólk eru til staðar
  • Førleikamenning á ávísum økjum
  • Broytingar í innrætting
  • Broytingar í ávísum mannagongdum
  • At starvsfólk læra konflikt niðurtrapping
  • Mannagongd fyri handfaring av ónøgdum/illum viðskiftafólki

Tilbúgvingarætlan

Størv, har nógv og tætt samband er millum starvsfólk og viðskiftafólk, innibera vanda fyri at viðskiftafólk fara út um mark og eru keðilig móti ungu starvsfólkunum. Hetta sjálvt um arbeiðsplássið ger nógv burturúr at fyribyrgja keðiligum hendingum. Tí hevur tað stóran týdning at arbeiðsplássið hevur eina tilbúgvingarætlan.

Tilbúgvingarætlanin virkar sum eitt trygdarnet fyri starvsfólkini, tí hevur arbeiðsplássið eina tilbúgvingarætlan, so vita starvsfólkini, at hond verður tikin um tey, skuldu tey verið úti fyri keðiligari hending. Tilbúgvingarætlanin kann eisini verða við til at tryggja, at tilburðurin verður fylgdur upp, bæði í mun til starvsfólkið, til fráboðan til rætta myndugleika og í mun til íverksetan av fyriskipanum at fyribyrgja líknandi hending.

Endamálið við eini tilbúgvingarætlan er at geva starvsfólkum, ið hava verið fyri keðiligari hending, hjálp og stuðul, soleiðis at neiligu avleiðingarnar av hendingini verða avmarkaðar.

Tilbúgvingarætlanin er ein mannagongd, sum greiðir frá, hvussu farast skal fram, tá ið eitt starvsfólk hevur verið fyri keðiligari hending á arbeiðsplássinum. Mannagongdin eigur at vera partur av upplæringini av nýggjum starvsfólkum og øll arbeiðspláss eiga at hava eina tilbúgvingarætlan.

Tilbúgvingarætlanin kann t.d. greiða frá:

  • Hvør veitir sálarliga fyrstuhjálp?
  • Skal starvsfólkið fylgjast heim - Hvør fylgir starvsfólkinum heim?
  • Skulu avvarðandi ella familja hava boð um hendingina?
  • Hvørji skulu hava boð og hvør ber teimum boðini?
  •  Skal fráboðast til løgregluna? - Hvør fráboðar?
  • Hvussu við defusing og debriefing?
  • Hvør hevur ábyrgdina at skipa fyri tí?
  • Skal fráboðast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið?  - Hvør fráboðar?
  • Hvør kunnar leiðaran um tilburðin? - Nær?
  • Hvør kunnar hægstu leiðslu um tilburðin? - Nær?
  • Hvør boðar trygdarskipanini frá?
  • Skal tilburðurin eftirmetast, so lærast kann av honum? - Hvør skipar fyri?
  • Hvør skrásetur tilburðin? – Nær?
  • Við sjúkrafráboðan eftir harðskap, hvør varðveitir tá samband við skaðarakta?
  • Hvussu ofta skal ætlanin eftirmetast og dagførast?

Tilbúgvingarætlanin eigur at verða dagførd regluliga.