Hagtøl

Á hesi síðuni eru hagtøl um ymisk viðurskifti, ið eru fevnd av virkisøkinum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Arbeiðsóhapp

Arbeiðsóhapp 2009-2019

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir samlaða tal av fráboðaðum arbeiðsóhappum í tíðarskeiðinum 2009-2019.

Gev gætur, at talið av arbeiðstakarum er økt við 2.500 frá 2010 til 2019.

 

Arbeiðsóhapp hjá monnum í 2019 býtt yvir vinnugreinar

 

Arbeiðsóhapp hjá kvinnum 2019 býtt yvir vinnugreinar

 

Byggivinnan

Síðan 2015 hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt málrættaðar eftirlitsvitjanir í byggivinnuni, har serligur dentur m.a. hevur verið lagdur á eftirlit við byggipallum, tøkniligum hjálpartólum og vandanum fyri at detta niður í sambandi við arbeiði í hæddum. Staðfestir Arbeiðs- og brunaeftirlitið manglar í mun til arbeiðsumhvørvið, verða boð givin um at fáa manglarnar í rættlag.

Hagtølini vísa ein greiðan samanhang millum málrættaðu eftirlitsvitjanirnar og batar í arbeiðsumhvørvinum.

Lítil ivi er tískil um, at eftirlitini seinnu árini hava eina jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið í føroysku byggivinnuni, og at støðið áhaldandi batnar.