Brunatrygd
Brunatrygd hevur stóran samfelagsligan týdning. Er brunatrygdin ikki í lagi, kann tað kosta mannalív, eins og onnur stór virði kunnu fara fyri skeytið. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sum endamál at fyribyrgja eldsbruna og avmarka fylgjurnar av møguligum eldsbruna.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið virkar út frá kapitli 8 um fyribyrging o.a. í tilbúgvingarlógini.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur viðurskifti, ið snúgva seg um:
- Viðgerð av byggimálum, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn
- Brunasýn av øllum alment atkomuligum bygningum (ikki privatum sethúsum og íbúðum)
- Brunasýn av eldhættisligum virksemi
- Tilbúgvingarætlanir við størri uttandura tiltøkum, sum t.d. festivalum
Gevið gætur, at øll byggimál skulu fyrst til viðgerðar hjá kommunala myndugleikanum. Kommunali byggimyndugleikin sendir málið víðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at viðgera.
Les lógir og kunngerðir um brunatrygd her.
Les vegleiðingar um brunatrygd her.