Tilbúgving og brunatrygd

Arbeiðs og brunaeftirlitið er føroyskur myndugleiki  fyri tilbúgvingarsamskipan, við tilvísing til landsstýrismanning í fiskivinnumálum, sum hevur ábyrgdina av tilbúgvingarmálum

Uppgávan hjá stovninum er at samskipa tilrættisleggingina av tilbúgvingini og tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veita myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.

Harundir:

  • Samskipa tilrættisleggingina av samstarvinum millum ábyrgdarpartarnar í landstilbúgvingini og bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin
  • At tryggja, at ein lýsing av allari tilbúgvingini altíð er tøk, ment og dagførd. Lýsingin staðfestir ábyrgd og uppgávur hjá myndugleikum og øðrum, ið eru partar av tilbúgvingini.
  • At gera greiningar av ábyrgdarbýti, samskipan, váða, dimensionering, viðbrekni o.a.
  • At veita myndugleikum, kommunum, fyritøkum og feløgum ráðgeving, eins og at umsita ymsar eftirlitsuppgávur innan tilbúgving.
  • Krevja upplýsingar frá øllum um, hvørji tilbúgvingarlig tiltøk eru sett í verk, ella ætlanir eru um at seta í verk, umframt upplýsingar, sum vera mettar neyðugar til at fremja uppgávurnar í tilbúgvingini


Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eisini føroyskur myndugleiki fyri brunatrygd, og virkar fyri at fyribyrgja eldsbruna og avmarka fylgjurnar av møguligum eldsbruna. Er brunatrygdin ikki í lagi, kann tað kosta mannalív, eins og onnur stór virði kunnu fara fyri skeytið.

Í hesum sambandi skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið m.a.

  • Viðgera av øll byggimá, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn.
  • Gera regluligt brunasýn av øllum alment atkomuligum bygningum og mannverkum, har sum nógv fólk koma saman, ella har sum stór virðir eru hótt av oyðan.
  • Gera regluligt brunasýn av øllum eldhættisligum virksemi.
  • Viðmæla tilbúgvingarætlanir til í samband við størri uttandura tiltøkum, sum t.d. festivalum, eftir áheitan frá løgregluni.

Virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum innan tilbúgving og brunatrygd hevur heimild í løgtingslóg um tilbúgving.