Um eftirlit

Sum eftirlitsstovnur fremur Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlitsvitjanir á m.a. arbeiðsplássum, spreingievnisgoymslum, bygningum, sum hýsa eldfimum virksemi og støðum, har ið fólk koma saman.

Heimildirnar hjá stovninum til at gera eftirlitsvitjanir eru m.a.:

  • Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
  • Løgtingslóg um tilbúgving
  • Løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.

Endamálið við eftirlitsvitjanunum hjá stovninum er at eftirkanna, um krøvini í viðkomandi lóggávu verða fylgd.

 

Nær vitjar Arbeiðs- og brunaeftirlitið eitt arbeiðspláss?

Arbeiðspláss kunnu fáa vitjan: 

  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger eftirlit við arbeiðsumhvørvinum. 
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger eftirlit við brunatrygdini.
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið ynskir at gera eftirlit við einum ávísum framleiðsluøki á arbeiðsplássinum. 
  • tá ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur móttikið eina klagu um ávís viðurskifti á arbeiðsplássinum ella í bygninginum. 
  • tá ið ein arbeiðsvanlukka er hend.

 

Arbeiðspláss, ið eru undir serligum eftiransni eru:  

  • Arbeiðspláss, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið, grundað á klagur, arbeiðsvanlukkur ella arbeiðstengda sjúku hevur kunnleika um, at viðurskiftini á arbeiðsplássinum eru trupul.
  • Arbeiðspláss í ovbyrjaðum vinnugreinum.
  • Arbeiðspláss, ið ikki eru vitjað í longri tíð.
  • Arbeiðsplass, ið av øðrum orsøkum krevja eyka uppmerksemi.

 

Fráboðaðar og ófráboðaðar eftirlitsvitjanir

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann gera bæði fráboðaðar og ófráboðaðar eftirlitsvitjanir.

Tá ið talan er um fráboðaða eftirlitsvitjan í sambandi við arbeiðsumhvørvi, setir Arbeiðs- og brunaeftirlitið seg í samband við arbeiðsplássið, áðrenn vitjanina. Avtalað verður antin, at eftirlitsvitjanin verður gjørd ein ávísan dag og eina ávísa klokkutíð, ella at vitjanin verður í næstum. 

Tá talan er um fráboðaða eftirlitsvitjan í sambandi við brunatrygd, setir Arbeiðs- og brunaeftirlitið seg í samband við tann, sum eigur ella umsitur bygningin ella mannverkið umframt staðbundna tilbúgvingarleiðaran (sløkkiliðsstjóran).

Er talan um eina ófráboðaða eftirlitsvitjan, møta eitt ella fleiri eftirlitsfólk frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upp uttan frammaundan at hava gjørt nakra avtalu um vitjan.

Óansæð um talan er um fráboðaða ella ófráboðaða eftirlitsvitjan, skal virkið ella tann, sum umsitur bygningin seta neyðuga tíð av til at gjøgnumganga eftirlitspunktini saman við eftirlitsfólkunum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Eftirlitsfólkini skulu vísa samleikaprógv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og tey hava rætt til at gera eftirlit uttan rættarúrskurð. Eftirlitsfólkini hava rætt til at t.d. taka royndir, biðja um skjøl og taka myndir av staðnum.  

 

Sløg av eftirlitum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur fleiri ymisk málsøki og hevur harvið fleiri ymiskar heimildir til at gera eftirlit. Sløgini av eftirlitsvitjanum eru: 

  • Heildareftirlit, tá ið endamálið er at hyggja eftir heildini - t.d. í mun til arbeiðsumhvørvi.
  • Málrættað eftirlit, tá ið endamálið er at hyggja málrættað eftir einum ávísum trupulleika ella trupulleikaøki.
  • Vanlukkugransking, tá ið endamálið er at granska umstøðurnar rundanum eitt arbeiðsóhapp.
  • Tekniskt eftirlit, tá ið endamálið er at gera regluligt eftirlit við tøkni ella skipanum – t.d. elevatorum, dampketlum og frystiskipanum.
  • Brunasýn, tá ið endamálið er at staðfesta, um brunatrygdin í einum bygningi ella onkrum mannaverki er nøktandi.  

 

Aftursvar í sambandi við eftirlitsvitjan

Eftir eina eftirlitsvitjan kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið koma við ymiskum aftursvarum í mun til, hvør niðurstøða er gjørd um arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum. 

Aftursvarið er tengt at vavinum og álvarseminum í teimum trupulleikunum, ið verða staðfestir á eftirlitsvitjanini.  

Arbeiðs- og brunaeftirlitð kann geva:

  • Forboð - hetta er forboð fyri at halda áfram við arbeiðinum ella t.d. nýtsluni av einum bygningi. 
  • Skundboð - hetta inniber ítøkiligt krav um at bøta um ónøktandi viðurskifti alt fyri eitt. 
  • Boð við freist - hetta inniber ítøkiligt krav um at bøta um ónøktandi viðurskifti innan ásetta dagfesting.
  • Vegleiðing - hetta inniber tilráðingar um, hvussu viðurskifti kunnu betrast.
  • Politifráboðan - hetta kann verða gjørt um lógarbrot er farið fram ella um boð ikki verða aktað.   

Eftir eftirlitsvitjanina verður ein eftirlitsfrágreiðing send arbeiðsplássinum. Innihaldið í eftirlitsfrágreiðingini er tengt at teimum trupulleikunum, ið vórðu staðfestir undir eftirlitsvitjanini, umframt hvussu álvarsligir trupulleikarnir eru.  

Um Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur svarað aftur við at geva forboð, skundboð ella boð við freist, eigur eftirlitsfrágreiðingin at vísa til ta lógina, ið gevur heimild til hetta svarið.

 

Freist fyri afturboðan

Um arbeiðsplássið skal svarað einum brævi ella einari eftirlitsfrágreiðing, eigur tað at standa skrivað, nær ið freistin fyri at geva aftursvar er.